Ongi úrslit

Veðrið

Jóhanna Højgaard
19. januar kl. 13:32

Forsøgn galdandi til týsmorgunin

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Í kvøld frískt lot til frískan vind sunnan og av landsynningi, samdrigið og ælaveður. Í nátt og fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av landsynningi og eystri, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt, tó ælaveður sum frá líður. Hitin 4 til 8 stig.

Týsdagin

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, sum frá líður frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Fyrrapartin skiftandi skýloft og turt, men fram ímóti middegi samdrigið og regn ella ælaveður. Um náttina veksur vindurin upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Hitin millum 5 og 9 stig.

Mikudagin

Frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13, seinnapartin og um kvøldið upp í hvassan vind 15 m/s. Samdrigið og regn ella ælaveður, í hæddunum kanska kavi. Hitin millum 5 og 9 stig; í hæddunum niður í 3 stig.

Hósdagin

Frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Hitin 3 til 7 stig.

Fríggjadagin

Frískur vindur upp í hvassan vind eystan, 10 til 15 m/s, samdrigið og ælaveður við regni ella vátakava. Um náttina minkandi niður í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Hitin 2 til 6 stig.

Leygardagin

Frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Hitin 3 til 8 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

Í gjár kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

Í gjár kl. 10:42

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

19 tímar síðan

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Nú er tað BÍLIGARI at verða føroyingur - sum heild eru prísirnir lækkaðir

27. mars kl. 11:24