Forsøgn galdandi til leygarmorgunin
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, í kvøld lot til frískt lot um norðan, 3 til 8 m/s. Sólglottar og ælaveður, móti kvøldinum grov æl í støðum. Hitin alt samdøgrið 7 til 12 stig, í nátt niður í 4 stig í støðum.
Leygardagin
Lítið lot eystan, minni enn 5 m/s, seinni landsynningur. Hálvskýggjað og ælaveður, hitin 7 til 9 stig, um náttina niður í 5 stig í støðum.
Sunnudagin
Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, sólglottar og turt ella okkurt ælið í støðum. Hitin 8 til 11 stig, um náttina niður í 5 stig í støðum.
Mánadagin
Lot til frískt lot av ymsum ættum, 3 til 8 m/s, skýggjað og stundum regn ella ælaveður, men eisini onkur sólglotti. Hitin 7 til 11 stig.
Týsdagin
Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, samdrigið og fyrst ælaveður, men sum frá líður yvirhøvur turt. Hitin 4 til 8 stig.
Mikudagin
Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, hálv- ella smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 7 til 12 stig.