Ongi úrslit

Eg fái ikki gron um konan ikki minnist til pápadagin

Vit hava spurt Tróndur vatnhamar, hvussu fyrrverandi pápadagarnar hava sæð út

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
4. juni 2025 kl. 17:00

Vit hava spurt Tróndur vatnhamar, hvussu fyrrverandi pápadagarnar hava sæð út

Í Føroyum verður pápadagur hildin tann 5. juni. Í øðrum londum, sum til dømis USA og fleiri evropeisk lond, verður hann ofta hildin hin triðja sunnudagin í juni.

Á pápadegnum, geva børn ofta kort ella smáar gávur, og summi skipa fyri einum serligum degi – eitt nú við morgunmati, gongutúri ella onkrum øðrum, ið pápunum dámar.

Tróndur Vatnhamar sigur at tað er ikki nakað sum tey ganga høgt uppí, at sleppa at vera pápi hvønn dag, er nakað stórt, men um tað hendur okkurt serligt á pápadenum, so kemur tað sum eitt positivt yvirraskilsi.
- Ímun til frúuna á mammudegnum,  so fái eg ikki gron um konan ikki minnast til dagin.
Eg eri so  ikki vaknaður til nakran morgunmat nakrantíð, og tað er allarhelst tí eg fasti, sigur hann flennandi

Eftir hansara tykki ger man meira burturúr mammudegnum, tá ger hann sera nógv burturúr, sigur hann skemtandi.
Men hann hevur altíð fingið eina gávu, tað kann eitt nú verða ein perfuma ella okkurt líknandi. So leggur hann afturat, at barnagaðurin er raskari at minnast til pápadagin, enn mamman. 


Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

Í gjár kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

9 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

Í gjár kl. 11:10