Ongi úrslit

Hetta slagið av ísi til børn er heilsuskaðiligt

Tað er vandi fyri, at smá petti av metelli eru í ísinum

Áki Bertholdsen
3. juni kl. 18:06

Hetta er ikki akkurát ísvegur - men keypur tú kortini børnunum ís, skulu tit í hvussu so er halda tykkum frá hesum slagnum - og tit skulu heldur ikki eta hann sjálvi.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nevniliga ímóti hesum ísinum, tí hann kann elva til rættiliga stórar heilsuskaðar.

Talan er um ein ís frá kenda Premier is, og talan er um pakkar við »Isbjørn ispinde jordbær-vanilje, 5 stk« - soleiðis sum myndin sær út.

Heilt ítøkiliga er talan um: Isbjørn ispinde jordbær-vanilje, 5 stk,
Brand: Premier IS Nettoinnihald: 5 x 89 mL Best fyri: 14.03.2027 Lotnummar: L57341 EAN-strikukota 5766632526275

Orsøkin til ávaringina er, at tað eru funnin smá petti av metalli pettir í hesi sendingini av ísinum.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at hetta kann elva til skaðar á tenn, munn, svølg og magan og tarmarnar.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir teimum, sum liggja inni við hesum ísinum um at koyra hann í skrell, ella at fara aftur í handilin við honum.

Mest lisið hesa vikuna

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Føroyskur dansur og gott lag

12. juni kl. 23:50

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00

Flogvøllurin er ikki ov lítil – ferðafólkini eru ov mong

11. juni kl. 20:49