Sjúrður Skaale hevði eini trist boð at bera tá hann stóð á talarastólinum á Fólkatingi mikudagin. Henda dagin skuldi tingið eftir ætlan atkvøða um eitt mál, sum hann hevði brúkt fleiri ár um at fyrireika og vinna meirituta fyri.
Men í staðin noyddist hann at taka málið aftur.
“Tað bleiv ov seint” segði hann, aðrenn hann takkaði fyri seg. Málið var tað um ríkisborgararætt til póllendingin Janusz Kamola, sum Sjúrður eisini var komin at kenna privat.
Røðan í fullari longd kann hoyrast her Røðan
Dimma.fo spurdi Sjúrð um hann hevði hug at greiða eitt sindur frá hesum, og hví hettar rørdi hann so djúpt.
- Tá fólk skulu hava ríkisborgaraskap, sum ikki liva upp til sera strongu krøvini, krevur tað sera nógv. Tú mást tosa við bæði ráðharran á økinum og allar teir politikarar, sum skulu atkvøða fyri og sannføra teir um, at víkjast skal frá reglunum.
- Eg fekk við tógvið stríð nøkur nøvn á lógina á henda hátt í juni fjør – og eg væntaði, at Janusz fór at verða ein teirra. Men tá av tornaði slapp hann ikki. Undirtøka var ikki fyri undantakinum.
- Hetta var ein stórur smeitur, tí Janusz hevur búð í Føroyum í meira enn 30 ár og hevur verið ein mynsturborgari. Hann hevur verið við til at menna MEST, sum í dag er eitt av størstu fyritøkunum í Føroyum. Hann var sjálvforsyrgjandi, skuldarfríur, búði í egnum húsi og hevði eina reina straffiattest. Trupulleikin var, at hóast hann skilti rímiliga væl føroyskt, so dugdi hann ikki at tosa tað. Og júst hetta – at duga málið – er eitt púra ófrávíkiligt krav. Tí skuldi eitt undantak gevast, sum sera sjáldan verður givið.
- Eg royndi so at vísa á, at júst hansara mál hevði gagnað Føroyum. Hann hevði t.d. hjálpt myndugleikunum við tulking tá tað snúði seg um póllendingar, og hevði eisini ábyrgdina av polsku starvsfólkunum á MEST.
Gjøgnum dóttrina – sum hevur lagt sera stóra orku í málið – eydnaðist eisini at fáa eitt tilmæli frá sjálvum fyrrverandi forsetanum í Póllandi, Aleksander Kwaśniewski, at brúka í argumentatiónini.
Endin var, at greiður meiriluti var sinnaður at at seta fram uppskot um, at Janusz skuldi koma á lógaruppskotið. Men tað hevði ikki verði fyrr enn næsta ár. Men tað kundi Sjúrður – sum longu hevði bíðað í fleiri ár – ikki góðtaka. Tí Janusz var blivin rættiliga sjúkur. Hann hevði havt ein hjartatilburð, var blivin dialysupatientur – og í apríl í ár bleiv annað beinið so amputerað.
Tí fór Sjúrður solo. Við síðuna av uppskotinum við fleiri 100 nøvnum, setti hann sjálvur eitt uppskot fram, við bara einum navni á – Janusz Kamola. Og hann tryggjaði sær meiriluta fyri tí. Ráðharrin, allir tríggir stjórnarflokkarnir og fleiri andstøðuflokkar lovaðu at atkvøða fyri uppskotinum.
Tað er eyðsæð, at ein ríkisborgararættur ikki hevði fingið tann stóra týdningin fyri Janusz í praksis. Tað hevði tó verið at gingið einum stórum ynski á møti: at gerast statsborgari í Føroyum. Landinum hann elskaði og vígdi sítt lív til.
Leysliga soleiðis lýsur Sjúrður Janusz í umtalu eins væl og í skrivi til fólkatingið, tá hann søkti um at fáa hann á lógaruppskotið.
Strømm lóg
Sjúrður sigur hetta málið vera eitt dømi um, hvussu ótrúliga strømm danska útlendingalógin er blivin.
- Vit tosa um kanska strangastu lóg í Europa. Og tað respekteri eg. Tað kemur ikki av ongum, at hon er blivin so strømm. Sporini í t.d. Svøríki ræða sjálvandi. Og lovar mann einum ígjøgnum nálareyga við undantaki, so skapar tað jú presedens, og so kunnu onnur í prinsippinum krevja at fáa sama undantak.
- Tað eru politikarar – ikki embætisfólk – sum eiga endaligu avgerðina, og teir vita, hvørjar avleiðingar tað kann hana, um mann gevur skeivu fólkunum ríkisborgararættin. Tí vilja teir so treyðugt geva undantøk – hóast teir vita, at strømmu reglurnar ofta raka tey skeivu.
Sjúrður Skaale hevur leingi víst á, at hóast hann virðir strømmu lógirnar, so raka tær ofta heilt skeivt í Føroyum. Í fjør tók hann á Fólkatingi fram eitt dømi um eina mammu, sum søkti um ríkisborgararætt fyri son sín sum tá var 16 ára gamal. Mamman hevði ikki fingið upplýst at um sonurin fylti 18 ár áðrenn málið var avgjørt, skuldi hann søkja av nýggjum sjálvur, sum myndugur persónur.
Altso skuldi alt gerast umaftur. Hann skuldi liva upp til so strong krøv í so nógv ár, at tað næstan var ómøguligt. Men í tí førinum eydnaðist kortini eisini at fáa Fólkatingi at góðtaka eitt uppskot frá Sjúrði um, at tann ungi maðurin skuldi fáa undantak.
Sjúrður legði eisini tá fram upplýsingar um, at tá borgarar í Føroyum søkja, skulu teir bíða í meðan 8 mánaðir longri, enn borgarar í Danmark.
Slík mál kunnu blíva ógvuliga drúgv, tí um man lesur á heimasíðini hjá Útlendinga- og Integratiónsmálaráðnum, er viðgerðartíðin í miðal 22 mánaðir. Skal so leggjast 8 mánaðir afturat, tá man søkir úr Føroyum, eru vit tá uppiá 30 mánaðum í meðal. Noyðist man síðani at søkja av nýggjum, tekur tað altso 60 mánaðir.
Men fyrst skal mann hava havt sama starv í 7 ár – og mann skal væl at merkja hava gjørt tað sama á somu fyritøku øll árini. Men heldur ikki tað er nóg mikið – sum dømi við Januszi vísir.
Sjúrður Skaale læt í fjør gera eina stóra frágreiðing um útlendingamál – hon kann lesast her:
https://www.jaf.fo/utgavur/fragrei%C3%B0ing-raett-til-rikisborgararaett
https://www.facebook.com/share/v/1CCirmuyox/?mibextid=wwXIfr