Ongi úrslit

Læknar vilja hava felags læknamiðstøð fyri alla Suðuroynna

Tvøroyrar Býráð hevur sett sjøtul á arbeiðið at gera eina felags heilsumiðstøð fyri alla Suðuroynna

Áki Bertholdsen
4. juni kl. 08:56

Tvøroyrar býráð fer nú at seta ferð á arbeiðið at byggja eina felags heilsumiðstøð fyri alla Suðuroynna.

Tað hevur býráðið samtykt.

Men tað er kortini nakað síðani, at sjøtul varð settur á arbeiðið, tí tey hava longu fingið arkitekt at gera eitt uppskot um eina nýggja heilsumiðstøð á Tvøroyri.

Býráðið sigur, at hetta er eitt uppskot, sum hevur sín uppruna í ynskjunum og tørvunum hjá kommunulæknum, tí teir vilja hava eina felags læknamiðstøð fyri alla Suðuroynna.

Býráðið sigur, at tey hava havt fund við fleiri læknar, sum eru kommunulæknar, og sum eru hugaðir fyri at vera kommunulæknar í Suðuroy, men at teir hava víst á nakrar fortreytir, sum skulu vera til staðar.

Og ein fortreyt er, at tað verður ein felags læknamiðstøð fyri alla Suðuroynna. Og tað skal vera ein læknamiðstøð burtur av, har bara læknarnir og læknaskrivararnir eru, og ikki øll møgulig onnur heilsustarvsfólk.

Onnur heilsustarvsfólk kunnu saktans verða í sama bygningi, men læknarnir vilja hava høli fyri seg.

Hinvegin hevur Løgtingið samtykt, at Føroyar skulu býtast sundur í fimm læknaøki, har Suðuroyggin verður eitt læknaøki. Og tað skal vera ein læknamiðstøð í Vági og ein á Tvøroyri.

Men hetta er ikki í samsvarið við ynski frá læknunum.

Býráðið sigur, at virkandi kommunulæknar hava vent sær til kommunurnar í Suðuroy um málið og teir eru samdir um, at fyri at bøta um umstøðurnar, skal ein nýggj læknamiðstøð byggjast fyri alla oynna.

Tað merkir, at læknarnir siga, at tað er ikki nøktandi bara at gera ábøtur á verandi læknamiðstøðir í Vági ella á Tvøroyri.

Teir siga, at nógvir fyrimunir eru við, at læknarnir arbeiða undir einum taki:

1: Fleiri starvsfelagar, ið skapar eitt spennandi, áhugavert og mennandi arbeiðspláss.

2: Tað lættir um tungu arbeiðsbyrðuna, tá ið fleiri eru at lyfta uppgávuna.

3: Tað verður lættari hjá læknunum at sleppa á skeið og at halda frí, tá ið fleiri læknar

kunnu traðka til.

4: Tað verða umstøður at skipa fyri felags undirvísing, endurútbúgving og menning, tá ið fleiri læknar og starvsfólk eru.

5: Møguleiki verður fyri at samstarva um ultraljóð-apparat, EKG og onnur dýr tól

6: Felags høli til fundir, felags undirvísing og skeið.  

7: Møguleiki fyri at fáa fleiri útbúgvingarlæknar í starv, sum gevur eitt fjølbroytt og stimbrandi arbeiðsumhvørvi.

Tí hevur býráðið á Tvøroyri samtykt at arbeiða víðari við uppskotinum hjá arkitektunum um ein nýggjan heilsudepil á Tvøroyri, sum kann nøkta tørvin fyri alla Suðuroynna.

Samstundis fara tey at bjóða umboð fyri læknum og starvsfólki til ein kunnandi fund um ætlanina, umframt at bjóða landstýriskvinnuni í heilsumálum á fund á Tvøroyri, at viðgerða nýggja heilsudepilin á Tvøroyri.

Mest lisið hesa vikuna

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

1. juni kl. 20:40

Hetta slagið av ísi til børn er heilsuskaðiligt

3. juni kl. 18:06

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

1. juni kl. 12:10

Eg fái ikki gron um konan ikki minnist til pápadagin

4. juni kl. 17:00

Læknar vilja hava felags læknamiðstøð fyri alla Suðuroynna

4. juni kl. 08:56

Janusz náddi ikki at fáa ríkisborgararætt

8 tímar síðan