Veðurstovan boðar frá at eitt nýtt hátrýst er á veg mikudagin, eftir at vit hava havt nakrar dagar afturat við regni og vindi
Mánadagin
Frískur vindur upp í hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið 20 m/s; í støðum norðanfyri bert lítið lot, minni enn 5 m/s. Samdrigið og regn, stundum grovt regn. Um kvøldið frískur vindur upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s. Hitin 8 til 10 stig, um náttina niður í 6 stig.
Týsdagin
Frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður, møguliga onkur sólglotti. Um kvøldið frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Hitin 7 til 9 stig, um náttina niður í 6 stig.
Mikudagin
Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið, møguliga onkur sólglotti. Sum líður á seinnapartin lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, um náttina lítið lot, minni enn 5 m/s. Hitin 7 til 10 stig, um náttina niður í 6 stig.
Hósdagin
Lot til frískt lot vestan 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft, hálvskýggjað, sólglottar og okkurt ælið. Hitin 8 til 10 stig, um náttina niður í 5 stig.
Fríggjadagin
Lot til frískt lot vestan 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft, smáskýggjað, sólglottar og kanska okkurt ælið. Hitin 8 til 11 stig, um náttina niður í 6 stig.
Kelda https://www.vedur.fo/