Ongi úrslit

Veðrið

© Faroeislands.com
Jóhanna Højgaard
4 tímar síðan

Forsøgn galdandi til sunnumorgunin

Frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s, sum frá líður hækkar í norðan og veksur upp í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður, í støðum sum vátakavi. Seinnapartin minkar vindurin spakuliga niður í frískt lot til frískan vind norðan og av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Í kvøld eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Smáskýggjað og yvirhøvur turt. Í nátt fer hann í sunnan og veksur upp í hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s. Samdrigið og sum frá líður regn. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig, í nátt niður í -2 stig.

Sunnudagin

Frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, sum frá líður hækkar í vestan. Skýggjað og regn ella ælaveður, í støðum við vátakava. Um náttina hvassur vindur upp í skrið vestan, 15 til 20 m/s. Skýggjað og ælaveður, í støðum við vátakava. Hitin millum 2 og 7 stig.

Mánadagin

Strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi, 13 til 18 m/s. Skýggjað við sólglottum og ælaveður, í støðum við vátakava. Seinnapartin minkar vindurin niður í frískan vind upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Um kvøldið minkar vindurin víðari niður í frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, um náttina av útsynningi. Samdrigið og okkurt ælið. Hitin millum 3 og 8 stig.

Týsdagin

Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað og okkurt ælið. Um kvøldið hækkar hann í vestan og minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Samdrigið og regn. Hitin millum 4 og 9 stig.

Mikudagin

Frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s. Samdrigið og regn, men sum frá líður smáskýggjað og bert okkurt ælið. Um kvøldið hækkar hann í útnyrðing og minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum 1 og 6 stig, um náttina niður í -2 stig.

Hósdagin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, sum frá líður leggur seg eystan og veksur upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

23. mars kl. 08:13

Fingu bara seks atkvøður í Suðuroy

Í gjár kl. 21:47

Nú er tað BÍLIGARI at verða føroyingur - sum heild eru prísirnir lækkaðir

Í gjár kl. 11:24

Enn eitt stórt og vakurt træ í Havn mátti lúta

24. mars kl. 12:56

Javnstøða má eisini fevna um dreingir, menn og pápar.

24. mars kl. 08:59

Oljan er ikki, og má ikki, verða framtíðin

26. mars kl. 17:01