Forsøgn galdandi til mikumorgunin
Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður ella lætt regn. Móti middegi eystan upp í frískan vind, 10 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Seinnapartin veksur vindurin upp strúk ella skrið eystan, 13 til 18 m/s, upp í 20 m/s sunnanfyri. Samdrigið og okkurt ælið. Tíðliga í kvøld og alt kvøldið skrið ella stormur eystan, 18 til 23 m/s, stundum stormur 25 m/s, fyrst sunnanfyri. Samdrigið og regn, stundum nógv regn og grovt regn. Mesti vindurin er um midnáttarleitið, tá stormur eystan, 20 til 25 m/s, í støðum hvassur stormur 28 m/s, kann væntast. Sum frá líður í nátt snarar vindurin upp í landnyrðing, og minkar niður hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s. Framhaldandi samdrigið og regn. Allar broytingar henda fyrst sunnanfyri. Hitin 6 til 9 stig.
Mikudagin
Strúkur í vindi upp í skrið av landnyrðingi, 13 til 18 m/s, sum frá líður minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, og fer síðani at mala av ymsum ættum, so hvørt lágtrýstið fer framvið. Samdrigið og regn. Seinnapartin gongur hann úr norðan niður í vestan og veksur vindin upp í strúk ella skrið, 13 til 18 m/s, í støðum upp í storm, 23 m/s. Samdrigið og ælaveður ella regn. Út á kvøldið minkar vindurin niður í frískan til hvassan vind, 10 til 15 m/s. Út á náttina minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, skýggjað og bert okkurt ælið. Hitin 7 til 9 stig, um náttina niður í 5 stig.
Hósdagin
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Seinnapartin frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s. Um kvøldið frískt lot til frískan vind av útsynningi 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Um náttina sunnan, skýggjað og ælaveður. Hitin 6 til 10 stig.
Fríggjadagin
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Seinnapartin frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s. Um kvøldið frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Um náttina frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, skýggjað og ælaveður, møguliga við vátakava. Hitin 6 til 9 stig, um náttina niður í 5 stig.
Leygardagin
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, skýggjað og ælaveður, møguliga við vátakava. Um kvøldið frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Um náttina hvassur vindur ella skrið, 15 til 20 m/s, skýggjað og regn. Hitin 6 til 10 stig.
Sunnudagin
Skrið ella stormur av útsynningi, 18 til 23 m/s, skýggjað og regn. Um kvøldið frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, hálvskýggjað og ælaveður. Hitin 6 til stig.