Ongi úrslit

Veðrið

Jóhanna Højgaard
16. januar kl. 13:04

Forsøgn galdandi til leygarmorgunin

Lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s. Í kvøld veksur hann upp í lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft og einstøk æl, í kvøld ælaveður. Hitin millum 2 og 7 stig, í nátt niður móti frostmarkinum.

Leygardagin

Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, sum um kvøldið lækkar í landsynning. Hálvskýggjað og ælaveður, í støðum við vátakava. Hitin úr frostmarkinum upp í 7 stig.

Sunnudagin

Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Hálvskýggjað og ælaveður, í støðum við vátakava. Hitin millum 2 og 8 stig.

Mánadagin

Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk, 13 m/s. Skýggjað og einstøk æl. Um kvøldið minkar hann niður í lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s. Samdrigið og regna. Hitin millum 3 og 8 stig.

Týsdagin

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, sum frá líður veksur upp í frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 4 og 9 stig.

Mikudagin

Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk, 13 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 5 og 9 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

Í gjár kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

Í gjár kl. 07:49

Stefan gevst í Sarpugerði

7. mars kl. 19:36

Búskaparráðið eigur at verða avtikið?

Í gjár kl. 10:16