Forsøgn galdandi til hósmorgunin
Frískan vind upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s. Í kvøld minkar vindurin niður í lot til frískt lot norðan, 5 til 10 m/s. Hálvskýggjað og kavaæl. Hitin millum -2 og +3 stig.
Hósdagin
Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, sum seinnapartin fer vesturum og lækkar í útsynning. Skýggjað og einstøk kavaæl. Hitin millum -2 og +3 stig. Um náttina veksur vindurin upp í frískan vind upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin veksur upp í 2 til 7 stig.
Fríggjadagin
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Seinnapartin hækkar hann í vestan og minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind 5 til 10 m/s. Samdrigið og regn, um kvøldið ælaveður. Hitin millum 4 og 9 stig.
Leygardagin
Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, sum seinnapartin minkar niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Hálvskýggjað og ælaveður. Hitin millum 3 og 8 stig, um náttina niður móti frostmarkinum.
Sunnudagin
Frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Um kvøldið veksur hann vindin upp í frískan vind upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og einstøk æl. Hitin millum 2 og 6 stig.
Mánadagin
Frískan vind upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Um kvøldið og náttina minkar vindurin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Skýggjað og ælaveður, í støðum sum vátakavi, eisini sólglottar í støðum. Hitin millum 2 og 6 stig, um náttina niður móti frostmarkinum.