Ongi úrslit

Veðrið

Jóhanna Højgaard
15 tímar síðan

Forsøgn galdandi til mikumorgunin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Skýggjað, í støðum tám ella mjørki og okkurt ælið, kanska grov æl. Sum frá líður sól ella sólglottar og turt fyri tað mesta, tó framvegis onkur mjørkaflóki í støðum. Hitin 12 til 16 stig, í nátt niður í 10 stig.

Mikudagin

Lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og mjørki, tó í støðum eisini sól ella onkur sólglotti. Hitin 11 til 14 stig, í støðum 18 stig.

Hósdagin

Lot eystan ella av landsynningi, minni enn 5 m/s, samdrigið og mjørki í støðum, men sum frá líður klárari og sól ella onkur sólglotti. Hitin 10 til 14 stig.

Fríggjadagin

Lot til frískt lot millum sunnan og landsynning, 3 til 8 m/s, skýggjað og viðhvørt ælaveður. Hitin 10 til 15 stig.

Leygardagin

Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, skýggjað og stundum mjørki og okkurt ælið. Hitin 12 til 16 stig.

Sunnudagin

Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, skýggjað og stundum mjørki, kanska okkurt ælið. Hitin 12 til 16 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

10. juli kl. 09:30

Stjól fyri 1.000 krónur úr einum handli

10. juli kl. 08:45

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

Í gjár kl. 07:54

Veðrið komandi dagarnir

13. juli kl. 13:56