Ongi úrslit

Varðveitingarmiðstøð innan Glyvur

Sjøtul verður nú settur á bygging av nýggjari varðveitingarmiðstøð hjá Tjóðsavninum innan Glyvur

Á myndini frá vinstru: Bjarni Seyer Heinesen, byggifrøðingur á Landsverki, Marjun Thomassen, stjóri á Landsverki, Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu og Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, sum vóru innan Glyvur og hugdu at grundøkinum, har varðveitingarmiðstøðin hjá Tjóðsavninum verður bygd.
Almenna- og mentamálaráðið
18 tímar síðan

Landsverk og Sjóvar kommuna hava í dag skrivað undir treytað skeyti um at landið keypir 8.000 m2 við forkeypsrætti til aðrar 3.000 m2 í útstykking hjá Sjóvar kommunu á matr. nr. 393u innan Glyvur. Skeytið er treytað av, at Umhvørvisstovan gevur loyvi til at økið verður frábýtt.

Varðveitingarmiðstøðin skal fyrst og fremst hýsa goymslum hjá Tjóðsavninum, men rúm verður eisini fyri at víðka virksemið til at kunna hýsa øðrum goymslum, eitt nú listagoymsluni hjá Listasavni Føroya.

- Eg eri takksamur fyri, at Sjóvar kommuna hevur víst beinasemi og selt landinum grundøki, so gongd kann verða sett á arbeiðið at byggja Tjóðsavninum nýggja goymslu. Staðsetingin innan Glyvur er góð, tí økið er slætt og liggur ferðsluliga væl fyri, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.

Tað var í 2024, at blámusoppur varð staðfestur í goymsluni hjá Tjóðsavninum í Brekkutúni í Hoyvík, og tá varð mett, at tað var skynsamari at byggja nýggjan goymslubygning til endamálið, heldur enn at umvæla goymsluna í Brekkutúni.

Í nýggju varðveitingarmiðstøðini hjá Tjóðsavninum innan Glyvur verða grundgoymslur, fornfrøðiligar goymslur, náttúrufrøðiligar goymslur, umframt ymsar smærri sergoymslur, eitt nú til myndir og klæðir. Goymslurnar verða býttar upp í sonur við ymiskum luftvætustigi. Harumframt verða móttøkurúm, sóttarhaldsrúm, verkstovurúm, kølirúm, frystirúm, hitarúm og vátrúm, so talan verður um eina framkomna varðvetingarmiðstøð fyri náttúru- og mentanarsøguligar goymslur hjá landinum.

Á myndini frá vinstru: Bjarni Seyer Heinesen, byggifrøðingur á Landsverki, Marjun Thomassen, stjóri á Landsverki, Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu og Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, sum vóru innan Glyvur og hugdu at grundøkinum, har varðveitingarmiðstøðin hjá Tjóðsavninum verður bygd.

Mest lisið hesa vikuna

Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldur burtur úr menningartarnaðum?

Í gjár kl. 23:58

So gekk tað tíverri ikki longur

31. oktober kl. 20:15

Kunning um Suðuroyartunnilin

2. november kl. 18:58

Menn í masku steðgaðu metro í Keypmannahavn

3. november kl. 21:20

Landsbankastjórin: Hava ikki ráð til Suðuroyarleiðina og Suðuroynna!?

2. november kl. 13:59

Heldur hægri barnafrádrátt enn bíligari frukt, grønmeti og blæur

Í gjár kl. 11:09