Í gjár varð ein maður førdur fyri rættin, skuldsettur fyri at hava sligið ein løgreglumann.
Tað var síðstu nátt, at løgreglan var eftir einum manni, sum var so ófantaligur í sínum atburði, at tey skuldu geva honum eina bót fyri at hava brotið skilhaldsreglurnar.
Men maðurin, sum er útlendingur, vildi ikki í hóslag við løgregluna, so hann vildi ikki siga, hvør hann var. Tvørtur ímóti helt hann til beins undan løgreglufólkunum.
Løgreglufólkini fingu kortini fatur á honum, men hann vildi framvegis ikki vita av løgregluni og endin varð, at hann sló ein løgreglumann.
Sostatt varð maðurin handtikin og settur í brummuna. Síðani hevur løgeglan fingið greiði á, hvør hann er og í gjár varð hann so førdur fyri rættin við kravi um, at hann skuldi varðhaldsfongslast í nakrar vikur.
Løgreglan sigur, at tað er fyri at tryggja sær, at hann ikki rýmir av landinum fyrr enn greiða er fingin á øllum viðurskiftum - og fyri at tryggja, at hann ikki rýmir av landinum undan teirri endaligu rættarviðgerðini..
Og tað var dómarin í Føroya rættur samdur í, og sostatt varð hann varðhaldsfongslaður í tvær vikur.
Hesa tíðina skal løgreglan so brúka til at avhoyra fólk og annars at kanna øll viðurskifti, eitt nú um maðurin yvirhøvur hevur uppihaldsloyvi her. Tá ið málið er útgreinað, verður tað so aftur lagt fyri rættin til endaliga dómsviðgerð.