Ongi úrslit

VAR til Føroya í 2026

Nú styttist til VAR kemur til Føroya

Ragnar Sjúrðarson
9. januar kl. 21:24

FSF: Vit kenna tað frá Champions League, Europa League og Conference League, og eisini tá føroyska manslandsliðið spælir EM- og HM-undankappingardystir, og í UEFA Nations League. Og nú er avgjørt, at VAR (Video Assistant Referee) eisini verður partur av Betrideildini hjá monnum.

– Vit hava arbeitt við hesum møguleika í eina tíð, og eftir ætlan fara vit at gera nakrar royndir í ár, og so taka vit VAR av álvara í brúk tá kappingarárið 2026 fer í gongd.

Tað sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Sum skiltst, so fer VAR at verða nýtt í einum dysti í hvørjum umfari í fremstu deildini hjá monnum, og partvís í kappingini um Løgmanssteypið. Og tá kappingin endar, hava øll liðini spælt eins nógvar dystir við VAR.

– Fyri trimum árum síðani gjørdu vit eina roynd á Tórsvølli, har tvey ungdómslið hjá HB spældu dyst, og føroysku dómararnir, ið dømdu dystin, fingu møguleikan at royna VAR útgerðina. Tað eydnaðist so mikið væl, at vit beinanvegin avgjørdu, at arbeiða víðari við hesi ætlan, ið nú nærum er komin á mál, sigur Lassin Isaksen.

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48

Sera lítið skil á

Í gjár kl. 10:30

Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy

25. juli kl. 15:26