Ongi úrslit

Vár tekur silvurið heim

Bert eitt stig aftanfyri vinnaran.

© Róðrarsamband Føroya
Vár við silvurheiðursmerkinum
Jóhanna Højgaard
30. november kl. 14:00

Vár legði flott út við at seta heimsmet í gjár. Hettar hendi í kappingini VERSA Challenge 2025 sum hevur verið í vikuskiftinum, á Singapore EXPO.

Hon endaði eisini sera flott, nevniliga á 2. plássi. Í challenge trý, sum hon róði í dag, legði hon aftur út við at vinna 1. plássi. Í challenge fýra endaði hon á einum 5.plássi, og í challenge fimm tók hon 3. plássi.

Vinnarin av kappingini Charlotte Dixon, er úr Onglandi. Charlotte endaði við einum samlaðum stigatali uppá 10.

Vár Guriardóttir Hansen var sostatt við sínum 11 stigum, bert eitt stig aftanfyri Charlotte í kappingini har vinnarin er tann sum hevur lægsta stigatal.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Minningarorð: Kristina 1961-2025

Í gjár kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02