Ongi úrslit

Legði út við at seta met

Jóhanna Højgaard
29. november kl. 18:00

Longsti teinur rógvin uppá eitt minutt av einari kvinnu!

Hettar heimsmetið var í dag sligið av einari føroyskari kvinnu. Vár Guriardóttir Hansen róði 366 metrar uppá eitt minutt. Hon var heilar 18 metrar frammanfyri nummar tvey úr Onglandi.

Hettar boðar Róðrarsamband Føroya frá í dag úr Singapore. Vár Guriardóttir var fyrsta kvinnan sum setti seg á rógvimaskinuna í kappingini VERSA Challenge 2025, sum er ein kapping sum fer fram á Singapore EXPO.

Spennandi verður at fylgja Vár í hesari kappingini í inniróðri. Hon hevur í øllum førum longu sett standardin fyri hinar luttakararnar.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Minningarorð: Kristina 1961-2025

Í gjár kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02