USA leingir vápnahvíldina við Iran eftir áheitan frá pakistanska yvirherleiðaranum, Asim Munir, og forsætisráðharranum Shehbaz Sharif.
Tað boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump frá á sínum sosiala miðli, Truth Social, fyrr í kvøld.
- Við tað at iranska stjórnin er av álvara býtt sundur í helvt - sum ikki er óvæntað, og eftir áheitan frá pakistanska yvirhermanninum Asim Munir, og forsætisráðharranum Shehbaz Sharif, eru vit biðin um at útseta okkara álop á Iran.
Hettar til landsins leiðarar og umboð kunnu leggja fram eitt samlað uppskot, heldur hann fram.
- Eg havi tí givið okkara hermonnum boð um at halda blokaduna koyrandi, og í øllum øðrum lutum vera til reiðar og fyrireikaðar.
Eg fari tí at leingja vápnahvíldina til teirra uppskot er lagt fram, og orðaskiftini eru avgreidd - so ella so, skrivar hann.