Ongi úrslit

Vágamenn tevja av álvara bjargingina

Sigurin á Vágseiði í dag ber við sær, at tað nú er í hondunum á 07 Vestur at avgera, um Vágar eisini í 2026 fara at eiga lið í bestu deildini

Jóannes Hansen
10 tímar síðan

Tað verður mánakvøldið, at FM favorittarnir í Klaksvík á heimavølli fara at taka ímóti Víkingi, sum fer til Klaksvíkar uttan tríggjar av teimum, ið hava verið fastir menn á liðnum. Atli Gregersen, Ingi Jonhardsson og Aron Jarnskor Ellingsgaard eru allir leikbannaðir. Hetta rakar meint, tí fyri stuttum er Árni Nóa Atlason farin av landinum, og tað er ivasamt, um Ragnar Skála og Martin Klein Joensen eru førir fyri at spæla.

Hjá KÍ er Hallur Hansson tøkur aftur, meðan René Shaki Joensen og Jonn Johannesen eru skaddir. Tað er ivasamt, um Patrik Johannesen er førur fyri at spæla.

Umframt í annaðkvøld fara KÍ og Víkingur at hittast í ársins síðsta dysti, sum verður finalan um løgmanssteypið. Hon verður fríggjakvøldið 31. oktober.

Við 3-0 sigri á heimavølli í dag heldur NSÍ tørn um næstfremsta plássið, og tapið ber við sær, at TB nú er aftast við 11 stigum.

Grannauppgerðin í Gundadali var dramatisk og endaði 2-2. Fyri fyrstu ferð nakrantíð var B36 miðvallarin Ragnar Samuelsen tvífaldur málskjútti í bestu deildini, har hann í dag var fyri 170. ferð.

Fróði Benjaminsen er nýggjur B68 venjari, og eftir 2-0 sigur á útivølli ímóti EB/Streymi er alt tos um niðurflyting tagnað á Toftum. Nú er spurningurin, um tað fer at eydnast at fáa EB/Streym aftur. Tað er eitt stig frá B68 og fram til EB/Streym.

Lykladysturin í dag var á Eiðinum í Vági, har 07 Vestur við trivaligum 3-0 sigri lyfti seg uppum niðurflytingarstrikuna.

-Tað er ein góð kensla. Vit hava nú í tveir dagar verið saman her í Suðuroy, og vit vóru øgiliga fokuseraðir á uppgávuna, sum vit vistu fór at hava avgerandi týdning fyri vánirnar hjá okkum at varðveita plássið í bestu deildini. Tað eru fimm dystir eftir, og nú fyrireika vit okkum til sunnudagin at spæla á útivølli í Gøtu, sigur 07 Vestur málverjin og liðformaðurin Ari í Haraldstovu Petersen.

Liðformaðurin hjá FC Suðuroy er sera vónbrotin av avrikinum og úrslitinum í dag:

-Vit høvdu fyrireikað okkum væl, men tað sást ikki á avrikinum. Vit fingu mál ímóti okkum beinanvegin, og vit megnaðu ongantíð av álvara at fóta okkum. Nú ræður um at síggja ljóst upp á tað, og tað verður serliga týdningarmikið at vinna, tá ið vit fara at spæla í Trongisvági, sigur FC Suðuroy liðformaðurin Pætur Augustinussen.

Leygardagin fer FC Suðuroy at spæla á útivølli ímóti HB, og 07 Vestur fer sunnudagin at spæla í Gøtu.

 

EB/Streymur – B68 0-2 (0-0)

0-1: Patrick Mensah

0-2: Sebastian Lau Nielsen

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Meinhard Geyti, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Símun Kalsø – Virgar Jónsson, Mórits Heini Mortensen, Tóki H. Johannesen – Gutti Dahl-Olsen, Búi Egilsson, Thomas Bjørn Miezan

B68: Tórður Thomsen – Hanus Højgaard, Aleksander Ó. Jensen, Aron Reinert Hansen, Marius Nón – Jákup N. Vilhelmsen, Patrick Mensah – Emanuel Kulego, Sebastian Lau Nielsen, Djóni Samuelsen – Jonathan Okenge Wembonyama

 

NSÍ – TB 3-0 (0-0)

1-0: Aron Knudsen

2-0: Klæmint A. Olsen

3-0: Emil Weihe Joensen

Dómari: Leivur Zachariassen

NSÍ: Kristian Joensen – Jann J. Benjaminsen, Hassou Diaby Ndiaye, Daniel Obbekjær, Fabian Ness – Beinir Nolsøe, Brandur Hendriksson Olsen, Michal Przybylski – Jasper Van Der Heyden, Klæmint A. Olsen, Aron Knudsen

TB: Olivur Øster – Torkil Holm, Musah Armah, Ragnar Joensen, Tummas Pauli Christiansson – Mohamed Samba, Amidou Diop, Joel Sundström, Mikal Tummasarson,Mattias Dahl Djurhuus – Aron Arnholdsson

 

HB – B36 2-2 (1-0)

1-0: Emil G. Pedersen br

1-1: Ragnar Samuelsen

1-2: Ragnar Samuelsen

2-2: Lassana Faye

Dómari: Dagfinn Forná

HB: Bjarti Vitals Mørk – Mathias Voss, Áki Johannesen, Viljormur Davidsen, Lassana Faye – Noah Mnenéy, Ejvind R. Mouritsen – Dan í Soylu, Ási P. Dam, Heini Sørensen – Emil G. Pedersen

B36: Silas Eyðsteinsson – Bergur J. Poulsen, Børge Petersen, Bogi Reinert-Petersen, Símun Sólheim – Ragnar Samuelsen, Jógvan Kárason Gullfoss – Marius  Kryger Lindh, Filip Djordjevic, Hannes Agnarsson – Pætur J. Petersen

 

FC Suðuroy – 07 Vestur 0-3 (0-2)

0-1: Silas Gaard

0-2: Tobias Fabian Giusti

0-3: Lukas G. Giessing

Dómari: Jákup Øssursson Mohr

FC Suðuroy: Tróndur Sjúrðarson – Hunter Bell, Jimmy Abdul, Bjartmar Holm, Dánjal Godtfred, Owusu Emmanuel Andorful – Pætur Augustinussen, Salmundur Bech, John Villi Wøldike Leo, Alexander Holm Kilgour – Fríði Holm

07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Jón í Horni Nielsen, Nicolai Møller Dohn,
Filip Drinic, Jóannis á Steig – Casper Gedsted Hansen, Magnus Holm Jacobsen, Mikkel Hyllegaard, Silas Gaard – Edvin Jakobsen, Tobias Fabian Giusti

 

20

18

2

0

68

10

56

NSÍ

22

16

3

3

80

27

51

HB

22

15

4

3

54

33

49

Víkingur

21

9

6

6

32

25

33

B36

22

9

5

8

33

35

32

EB/Streymur

21

6

6

9

22

37

24

B68

22

6

5

11

28

48

23

07 Vestur

22

4

1

17

27

41

13

FC Suðuroy

22

4

1

17

20

59

13

TB

22

2

5

15

22

71

11

Mánadagin 15. september

KÍ – Víkingur: Alex Troleis kl. 18.30

23. umfar

Fríggjadagin 19. september

B68 – NSÍ: kl. 18.30

Leygardagin 20. september

HB – FC Suðuroy kl. 17.00

Sunnudagin 21. september

KÍ – EB/Streymur kl. 15.00

Víkingur – 07 Vestur kl. 15.00

TB – B36 kl. 14.15

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

Í gjár kl. 15:42

Smyril verður helst aftur í sigling skjótari enn væntað

8. sepember kl. 12:57

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Charlie Kirk er skotin

10. sepember kl. 21:00

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Sambandið suður um landið sveik aftur í dag

10. sepember kl. 16:45