Býráðið samtykti sólpanelverkætlan á Miðgarði sum liður í burðardyggari kós
Vága kommuna hevur tikið enn eitt týðandi stig á leiðini á grøna orkuskiftinum. Í hesum sambandi verður farið undir eina royndarverkætlan við at seta sólpanel á barnagarðsstovnin Miðgarð í Miðvági. Málið var fyri á býráðsfundi týskvøldið 2. september, har eitt einmælt býráð samtykti at taka undir við verkætlanini. Og arbeiðið er nú liðugt at leggja panelir á takið á Miðgarði.
Kommunan hevur sum mál, at allir kommunalir bygningar í størri mun skulu brúka grøna orku. Hetta er samstundis í góðum samsvari við Visjón 2032 hjá Vága kommunu, har tað verður staðfest, at atlit til grøna og burðardygga menning skal vera meginreglan í øllum ætlanum og átøkum.
Í samstarvi við Sp/F Thorfinn Nielsen er nú sett upp ein sólorkuskipan, sum fevnir um 72 svørt panel á 150 fermetrar av takflatuni á Miðgarði. Hetta gevur ein samlaðan framleiðslumátt á 33,12 kWp og eina væntaða framleiðslu upp á 26.150 kWh. Av hesum er roknað við, at uml. 15.800 kWh verður brúkt til egna nýtslu á stovninum, meðan uml. 10.350 kWh kunnu seljast til SEV. Til samanberingar er samlaða streymnýtslan hjá Miðgarði uml. 48.800 kWh, og tí verður væntað, at nýggju sólpanelini kunnu framleiða helvtina av allari nýtsluni.
Fyritøkan Sp/F Thorfinn Nielsen er stovna í 1989 og í løtuni starvast 26 fólk hjá teimum, við heimstaði á Giljanesi. Skipanin sum er sett upp nú svarar til nýtsluna hjá 5 húsarhaldum.
Fyritøkan hevur royndir við uppsetingum frá 11 kWp heilt upp til 620kWp. Størsta sólorkuskipanin á 620kWp er 2.812m2 og framleiðir árliga grøna orku svarandi til nýtsluna av 85 húsarhaldum (431.330kWh), hetta er nokk stórsta sólorkuskipanin í Føroyum. Síðan 2021 hava tey uppsett tilsamans gott 1,2MWp av panelum ella uml. 5.450m2 og hava harvið helst sett upp flest sólorkuskipanir í Føroyum.
Kostnaðurin fyri at seta skipanina upp er 226.910 krónur uttan meirvirðisgjald. Við eini árligari sparing á uml. 32.500 krónur verður afturgjaldstíðin mett at vera sjey ár. Í tilboðnum frá Sp/F Thorfinn Nielsen er eisini ein hybrid-invertari, sum ger tað møguligt at íbinda eitt battarí til skipanina í framtíðini. Framleiðslan kann harumframt fylgjast og skrásetast gjøgnum app ella webinterface, so bæði tekniska deild og stovnurin hava greitt yvirlit yvir nýtsluna.
Burðardygg átøk í undanfarnu árini
Seinastu árini hevur Vága kommuna gjørt fleiri stig á grønu leiðini. Millum dømini eru Bokashi spannir til borgarar, innsavnan av plantum til endurnýtslu og verkætlanin í vakstrarhúsinum í Sandavági, har børn læra at dyrka grønmeti og frukt frá sáðing til matgerð. Harumframt hava fleiri bygningar skift til grønar orkuloysnir, og kommunan veitir stuðul til felagsskapir, sum leggja um frá oljuupphiting yvir til grønar loysnir.
Grøna orkuskiftið partur av fíggjarætlanini
Í fíggjarætlanini fyri 2025 hevur Vága kommuna raðfest íløgur í grøna orkuskiftið. Hetta undirstrikar, at verkætlanin við sólpanelum á Miðgarði ikki er einstøk verkætlan, men ein raðfesting, ið gongur tvørtur um øll øki í kommununi – frá dagstovnum til orkunýtslu. Við hesum átøkum vísir Vága kommuna samstundis, at hon vil ganga á odda við grønum loysnum, og menna varandi orkuframleiðslu og sjálvbjargni í kommununi – bæði á økinum innan orku og innan matframleiðslu.
“Hetta er eitt týðandi stig í okkara arbeiði at gera Vága kommunu grønari og meira sjálvbjargna. Við sólpanelunum á Miðgarði og verkætlanini í vakstrarhúsinum vísa vit, at tað ber til at sameina góðar karmar fyri okkara børn við varandi orkuframleiðslu og burðardygga matframleiðslu – til gagns bæði fyri umhvørvið og framtíðina hjá kommununi. Samstundis er tað av stórum týdningi fyri kommununa at hava innovativar fyritøkur í kommununi, sum kunnu bjóða fram slíkar loysnir,” sigur Bjarni Prior, borgarstjóri.