Týsdagin 10. juni kl 16 bjóðar Vága Floghavn til almenna samkomu í Kirkjuhúsinum í Sørvági, har tey fýra
uppskotini í verkætlanarkappingini um út– og umbygging av farstøðini í Vága Floghavn verða sýnd fram,
og vinnarin verður avdúkaður.
Í fjør heyst varð lýst eftir umsóknum um undangóðkenning. Átta umsóknir komu inn, og av teimum blivu
fýra toymi undangóðkend at taka lut í verkætlanarkappingini.
Tey fýra toymini í kappingini eru:
AFRY Danmark A/S saman við Gottlieb Paludan og Advansia
Henning Larsen NA saman við LBF, PBC og Rambøll
SMJ saman við Kontrast Arkitektar, Zeso Arkitekter, Spenn og Niras
SNA saman við LBF, PBC og Cowi
Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið týsdagin, har modell av øllum fýra verkætlanaruppskotunum við
tilhoyrandi plansjum verða at síggja.