Vælkendir andaligir sangir eru nú á internetinum

Tað er ein rættiligur tónleikaskattur hjá føroyingum, sum nú er at hoyra á internetinum

Áki Bertholdsen
31. oktober 2024 kl. 11:30

Í eina tíð hevur verið arbeitt við at leggja tær eldru útgávurnar hjá M. C. Restorff og Nikodemussangbólkinum, á internetið.

Nú er loksins komið á mál, sigur Evengeliska røddin í tíðindaskrivi.

Nýggjaru útgávurnar, frá 1991 og fram, hava verið tøkar á netinum í nøkur ár.

M. C. Restorff hevur í meir enn 50 ár verið virkin á andaliga tónleikapallinum í Føroyum. Nikodemussangbólkurin hevði sín uppruna í ungdómsarbeiðnum í Ebenezer. Orsøkin til navnið »Nikodemus« er at finna í Jóhannesar evangelium kapitul 3, har ein ráðharri við navninum Nikodemus, leitaði sær til Jesus á nátr at spyrja um hitt æviga lívið.

Tað er í tí samrøðuni at Jesus sigur tey kendu orðini í Jóh. 3.16: »Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív«.

Haðani kom navnið, tí ungdómsarbeiði ofta strekkir seg langt út á kvøldið og partvís næturnar.

Talan er um týddar sangir, yrkingar har løg eru sett til. Eisini eru onkrir sangir við kendum løgum, men har føroyskur andaligur tekstur er gjørdur til. Og so er eisini talan um upprunaligar yrkingar og løg.

Útgávurnar hjá M. C. og Nikodemussangbólkinum eru:

• 1971 - Meistarans hond

• 1975 - Lív

• 1977 - Hann legði í munn mín nýggjan song

• 1980 - Barnaminnir

• 1984 - Konsert við Nikodemussangbólkinum (í Norðurlandahúsinum)

• 1986 - Hildin – Nikodemus og vinfólk 15 ár

• 1988 - Ymiskt á leiðini

• 1991 - Ein glotti fyri framman – M. C. Restorff og Regin Guttesen

• 1994 - Nýtt og gott gamalt

• 1998 - Sálmar og sangir í nýggjum búna

• 2012 - Sanganna veingir

Í 1991 tók M. C. ein ungan spýra undir sítt veingjabreiði, tað var Regin Guttesen. Teir vóru saman um útgávuna »Ein glotti fyri framman«.

Síðani hevur Regin, sum saman við konuni Heidi, og børnunum, er trúboðari í Italia, eisini latið út hondum væl av tónleiki, m.a. útgávuna “Fjakkari”.

Tað er Bárður Norðberg frá Evangelisku Røddini sum hevur samskipa arbeiði. Finnur Hansen, Edvard Nyholm Debes og Eirikur Norðberg hava hjálpt til við talgildingini og Óli Poulsen hevur fínpussað og lagt seinastu hondina á.

Tey siga, at tað hevur verið drúgt arbeiði at finna fram tær bestu upptøkurnar og í tí sambandi takka tey Kringvarpi Føroya fyri gott samstarv.

Leggjast kann afturat at nú eru næstan allar útgávurnar hjá Evangelisku Røddini atkomuligar á talgildu tónleikatænastunum. Arbeitt verður víðari vit at fáa tær seinastu út.