Ongi úrslit

Útvíst Thunberg noktaði at síggja video

Fortelur miðlafólki at tey vóru kidnappaði.

Jóhanna Højgaard
10. juni kl. 20:50

Svenski aktivisturin Greta Thunberg var týsdagin burturvíst úr Ísrael, dagin eftir at sjóverjan forðaði henni og einum bólki av pro-palestinskum aktivistum, í at sigla til Gasa.

Á veg í flogfarið fortelur hon miðlafólki at tey vóru kidnappaði av Ísrael.

https://youtube.com/shorts/jK9aKyuFi5I?si=PrfP7LaFEX150axE

Verjumálaráðharrin í Ísrael, Israel Katz, greiður frá at Greta og restin av manningin komu til Ísrael í gjárkvøldið.

Tey vóru koyrd inn í eitt rúm, fyri at fáa víst sannleikan um tað, sum Hamas gjørdi fyri 20 mánaðum síðani, sigur Katz.

- Men tá videolagið byrjaði at spæla og teir sóu, hvat tað snúði seg um, noktaðu tey at halda fram at hyggja, sigur hann.

Fýra úr bólkinum, har ímillum Thunberg, samtyktu í at fara avstað beinanvegin, meðan hini átta mótmæltu heimsendingarskipanini.

Tey vera nú hildin í varðhaldi í fongslinum Givon í Ramle.

Har fáa tey hjálp frá advokatum frá Adalah - Rættarmiðstøðini fyri arabiskum minnilutarættindum. Hettar er ein palestinskur rættarhjálparbólkur og granskingarmiðstøð.

Aktivistarnir skullu eftir ætlan førast fyri Útlendinga- og varðhaldsdómstól.

Í skrivandi løtu er eingin dagføring komin um teirra støðu

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

10 tímar síðan

Eyðun greiðir allari verðini frá um Føroyar og landsliðið

14. november kl. 17:10