Ongi úrslit

Útlendskir arbeiðsmenn verða vendir í hurðini

Áki Bertholdsen
8. sepember kl. 08:30

Í gjár komu tveir útlendingar til Føroya við flogfari tí endamáli at arbeiða her. Teir vóru úr miðeystri og høvdu uppihaldsloyvi og arbeiðsloyvi í Danmark, har teir arbeiddu fyri eina danska fyritøku.

Og nú hendan sama fyritøka hevði eitt arbeiði at gera í Føroyum, sendi hon hesar báðar menninar higar at gera arbeiðið.

Men løgreglan sigur, at pappírini vóru ikki í lagi, tí teir høvdu ikki uppihaldsloyvi og arbeiðsloyvi í Føroyum.

Tí varð løgreglan boðsend vestur í Vágar at taka sær av monnunum. Løgreglan sigur, at menninir vórðu førdur á gistingarhús at vera í nátt og so verða teir sendir av landinum aftur við flogfari í dag.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

8 tímar síðan

Eyðun greiðir allari verðini frá um Føroyar og landsliðið

14. november kl. 17:10