Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, verður í Svøríki í dag 27. og í morgin 28. oktober 2025, til sína fyrstu luttøku nakrantíð á fundi í Norðurlandaráðnum. Henda vitjanin verður eitt høvi at tosa við leiðararnar í økinum um kappingarføri, verjutilbúgving og Arktis. Hetta skrivar EU Reporter.
Í kvøld verður hon við sum gestur til ein arbeiðsdøgurða saman við vinnulívsleiðarum og svenskum ráðharrum, har forsætisráðharrin í Svøríkis kongsríkinum, Ulf Kristersson, er vertur.
Týsmorgunin luttekur von der Leyen so á einum felags fundi við norðurlendsku forsætisráðharrarnar – Mette Frederiksen, forsætisráðharra í Danmark; Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri í Noregi; Petteri Orpo, forsætisráðharri í Finnlandi; Kristrún Frostadóttir, forsætisráðharri Íslands; Katrin Sjögren, forsætisráðharri Álands; Aksel V. Johannesen, løgmanni og Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi. Karen Elleman, aðalskrivari í Norðurlendska ráðnum er eisini við.
Tíðindafundur er ætlaður eftir fundin, umleið klokkan 10.45 svenska tíð .
Sent verður beinleiðis á EBS.
Von der Leyen luttekur síðani í døgurða, sum hansara hátign Carl XVI Gustaf er vertur fyri í kongshúsinum.