Av politistøðini var sagt í morgun, at einki endaligt úrslit var enn av náttini og gjáradegnum. Har vóru enn fólk á støðini, sum vóru tikin við inn seinasta døgnið.
Men aftur í gjár og í nátt hevur telefonin hjá løgregluni ringt uttan nærum uttan íhald.
Nógv full fólk vóru illa fyri og høvdu brúk fyri hjálp. Serliga eru nógv ógvuliga ung fólk ávirkaði í náttarlívinum, sigur vakthavandi.
Tey ungu hann tosar um, eru væl undir 18 ára gomul, ung sum løgreglan skrivar sosiala rapport um, skuldi nakað mál stungi seg upp.
Vakthavandi rósar samarittunum fyri teirra stóra innsats
-Samarittarnir hava runnið og stríðst alla náttina, teir eru ógvuliga raskir, sigur hann.
Løgreglan gjørdu eisini í nátt fyribyrgjandi arbeiði, har tey fara út á tey støð, har tað kundi hugsast at ósemjur uppstanda og stedga teimun áðrenn nakað hendir.
Í gjár bleiv ein persónur eftirlýstur, og gekk tað ikki leingi frá tí at tað lýst inntil viðkomandi var funnin. Fleiri fólk ringdu inn beinanvegin.