Tað hevur verið rættiliga friðarligt hjá løgregluni hetta seinasta samdøgurið.
Men í nátt fekk løgreglan eyga á ein bil, sum koyrdi alt ov skjótt eftir vegnum við Gøtugjógv, har tað annars er loyvt at koyra 50.
Men tá ferðin varð máld, vísti tað seg, at hann koyrdi heilar 96 kilometrar um tíman og tað er nokk til at missa koyrikortið.
Men tá ið bilurin so varð steðgaður, vísti tað seg, at tað var ein ungur bilførari, sum stutt síðani hevði fingið koyrikort og sostatt misti hann ikki bara koyrikortið, hann fekk eisini beinleiðis koyriforboð.
Tey fyrstu trý árini, ein hevur koyrikort, er eitt slag av eini royndartíð og tá eru revsingarnar fyri at koyra ov skjótt, strangari enn annars.