Í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar á einum vegastrekki í bygdum øki við Gøtugjógv har tað er loyvt at koyra 50.
Har verða bilførarar javnan tiknir fyri at koyra ov skjótt - og tað vórðu tað aftur í gjár. Løgreglan sigur, at í gjár vórðu fýra bilførarar tiknir, sigur løgreglan. Teir koyrdu allir ímillum 72 og 76 kilometrar um tíman.
Vanliga gevur tað klipp í koyrikortið at koyra so skjótt, og tað fingu teir eisini, umframt bótina.
Men tann eini av teimum var ein ungur bilførari, sum ikki hevur havt koyrikortið í trý ár.
Tá eru reglurnar strangari, tí tey fyrstu trý árini, ein hevur koyrikort, eru at meta sum ein royndartíð.
Hesin ungi bilførarin hevur áður fingið klipp í koyrikortið - og nú fekk hann so eitt afturat.
Og tað merkir, at hann fær koyriforboð. Sostatt sleppur hann ikki at koyra bil aftur fyrr enn hann hevur tikið alt koyrikortið umaftur.