Tað hevur týdning at savna lærarar, sum undirvísa í somu lærugrein, heldur Lissi Hansen, sum hevur verið lærari í nógv ár, seinastu nógvu árini í Skúlanum á Argjahamri. Fyri nøkrum fáum árum síðan tók hon stig til at stovna Kristnilærugreinafelagið; tað gjørdi hon í kjalarvørrinum av arbeiðinum í einum arbeiðsbólki, sum hon var partur. Arbeiðsbólkurin, hevði heitið: “Styrkja kristni í skúla og kirkju” og var lutvíst settur av Mentamálaráðnum og lutvíst av fólkakirkjuni. Arbeiðsbólkurin hevði til uppgávu at arbeiða við kristniundirvísingini í fólkaskúlanum og kirkjuni, men arbeiðið steðgaði upp orsakað av koronu.
- Arbeiðssetningurin hjá okkum í arbeiðsbólkinum var at viðgera, hvat vit kunnu gera í skúlanum, soleiðis at henda mentanin, ið tekur støði í kristnidóminum og sum er grundarlagið undir okkara samfelag og øllum Evropa, ikki dettur niðurfyri. Prestar sóu, at børn í dag samanborið við fyrr ikki kenna Bíbliuna og søgurnar í henni eins væl sum fyrr, sigur Lissi Hansen, sum eisini hevur verið lærugreinaráðgevi í kristnilærugreinini og verið við til at gera námsætlanina fyri lærugreinina.
Hugskotið at stovna felagið kom á einum skeiði fyri lærarar, sum undirvísa í kristni. Lærarar tóku alt fyri eitt væl undir við hugskotinum, og í dag eru um hálvt hundrað lærarar í felagnum, sum var stovnað í 2022. Í nevndini eru Dagny Højgaard, Annika í Garði, Andrea Niclasen og Lissi Hansen.
Kristnilærugreinafelagið hevur hesar viðtøkur í sínari endamálsorðing:
1. At virka fyri at menna lærugreinina, kristnikunnleiki
2. At veita lærarum, sum undirvísa í kristnikunnleika og øðrum átrúnaði íblástur og kunning um viðkomandi og spennandi tilfar
3. At stovna ein digitalan platform, har limirnir kunnu samskifta og kunna hvør annan um tilfar, skeið o.a.
4. At skipa fyri kristnilæraradegi og øðrum viðkomandi skeiðum.
Felagið hevur skipað fyri trimum skeiðum; eitt nú við Anette Jahn, ið kemur frá danska Måle-Fortælleteater. Hon leggur lærarum lag á at fortelja bíbliusøgur upp á ein kreativan máta m.a. við at brúka røddina og kroppin..
- Tað hevur týdning at finna aðrar spennandi arbeiðshættir í undirvísingini í kristni enn teir, vit hava brúkt í nógv ár, tí undirvísingin má vera áhugaverd, um hon skal fanga næmingarnar í dag. Fyrr var tað vanligt at fortelja úr Bíbliuni; í dag skal meiri til, og tí hava vit havt skeið, har áhugaverd evni til hádeildini hava verið á skránni; lærarar hava fingið íblástur til at arbeiða kreativt við bíbliusøgum, og Jórun Vedesbøl, lærari, hevur í vár havt frálæru í, hvussu vit brúka kristni saman við samstarvandi læring (CL). Tað snýr seg um at gera tað stuttligt og kreativt fyri at náa barnið; tað dugir Anette Jahn sera væl, og hon kemur aftur til Føroya at hava skeið komandi skúlaár.
Fólkaskúlin er fyri nógvum broytingum í hesum árum, og stórar broytingar verða gjørdar í sjálvari fólkaskúlalógini. Men tá ið talan er um lærugreinar, sum hava tveir tímar og minni, so missa tey ikki tímar.
- Kristni er próvtøkulærugrein, og tí er umráðandi, at karmarnir rundan um hana eru støðugir. Uppskot var um at skerja lærugreinina, men tíbetur missir hon ikki undirvísingartímar.
Føroyar eru broyttar nógv seinastu árini, og alsamt fleiri næmingar eru í fólkaskúlanum, sum koma úr øðrum mentanum og hava annan átrúnað enn kristindóm.
- Ein kristnilærugreinadagur herfyri varð hildin við integratiónsprestinum, sum greiddi frá, hvussu vit kunnu integrera næmingar við aðrari mentan og øðrum átrúnaði. Undirvísing í øðrum átrúnaðum er partur av kristniundirvísingini.
Kristnilærarar eru væl nøgdir við kristnirøðina, sum Nám hevur givið út fyri fleiri árum síðani.
- Tørvur er alla tíðina á at endurnýggja og nýhugsa undirvísingina, og tí sóu vit ein tørv millum kristnilærarar at koma við íblástri. Nógv áhugavert og gott tilfar er lagt út á okkara samskiftispall, umframt fleiri góðar og viðkomandi heimasíður. Her kunnu lærarar samskifta og leggja tilfar út og soleiðis fáa og geva íblástur til undirvísingina. Vit vóna, at skeiðini og tilfarið fara at eggja og kveikja lærarar, sum undirvísa í kristni og øðrum átrúnaði í fólkaskúlanum. Nýggir limir eru altíð vælkomnir at melda seg inn í felagið, sigur Lissi Hansen at enda.