Í gjár kunngjørdi KÍ, at felagið hevði skrivað sáttmála við norska miðverjan Vegard Forren. 34-ára gamli miðverjin, ið áður hevur havt sáttmála við Southampton og Brighton, og KÍ hava skrivað undir sáttmála, sum er galdandi fyri hetta kappingarárið.
Í føroyskum høpi er Vegard Forren ikki nakar kendur spælari, men í Norra hevur hann ofta verið í yvirskriftunum fyri óhepnar hendingar uttanfyri vøllin.
Á sumri í 2020 varð hansara sáttmáli við Molde ógildaður, eftir at tað kom fram, at hann hevði tikið pengar úr bótikassanum til at gjalda spæliskuld við.
Í august í 2021, tá hann umboðaði Brann Bergen, bleiv hann ákærdur fyri at hava neyðtikið eina kvinnu til eina veitslu á leikvøllinum hjá Brann. Veitslan var eisini brot á koronutilmælini, ið vóru galdandi í Norra tá.
12 fótbóltsspælarar og sjey kvinnur vóru til hesa famøsu veitslu, sum fekk eftirspæl fyri nakrar spælarar. Felagið valdi at loysa Kristoffer Barmen úr sínum sáttmála, meðan Vegard Forren og danski málverjin Mikkel Andersen, sum júst var komin til felagið, valdu báðir at siga seg úr sínum sáttmála við felagið úr Bergen.
Í oktober sama ár bleiv ákæran móti Vegard Forren slept vegna væntandi prógv. Hóast hansara navn ikki bleiv nevnt í samband við hesa sak, so viðurkendi Vegard Forren í februar í fjør, at hann var ákærdur fyri neyðtøku, meðan hann umboðaði Brann.
Í fjør spældi Vegard Forren í triðbestu deildini í Norra, men nú er líkt til, at hann hevur fingið ein nýggjan møguleika at royna seg sum yrkisspælari, nú hann hevur skrivað sáttmála við KÍ. KÍ-venjararnir Magne Hoseth og Daniel B. Hestad kenna væl Vegard Forren, tí saman vunnu teir trý meistaraheiti við Molde árini frá 2011 til 2014.
Stjól pening úr bótikassanum
Vegard Forren umboðaði Molde tríggjar ferðir. Fyrstu ferð árini 2007-2013, síðan var hann seks mánaðir í Southampton, áðrenn hann aftur var í Molde frá 2013-2017, tá hann aftur royndi seg í enskum fótbólti og Brighton. Aftur gjørdist steðgurin stuttur í Onglandi, tí fýra mánaðir seinni, skrivaði hann aftur sáttmála við Molde, har hann var fram til 2020, tá tað kom fram, at hann hevði stolið pening úr bótikassanum hjá spælarunum.
Yvirfyri norska TV2 viðurkendi Vegard Forren í samrøðu við miðilin, at hann hevur havt trupulleikar við spæliskuld, og um hetta mundi – í 2020 – bleiv tað ov nógv av tí góða, eftir hann hevði tikið nøkur stutttíðarlán, at hann kendi seg noyddan at taka pening úr bótikassanum, sum hann hevði ábyrgdina fyri.
– Eg havi havt ábyrgdina fyri bótikassanum og havt umsjón við, hvussu tingini vórðu gjørd. Eg havi tíverri tikið nøkur stutttíðarlán fyri at dekka mína spæliskuld við. Men eg havi goldið peningin aftur í kassan hvørja ferð, sigur norski miðverjin í samrøðu við norska TV2.
Hann hevur síðan fingið hjálp fyri at sleppa av við sítt bundni til pengaspøl.
Vegard Forren hevur spælt 329 dystir í bestu deildini í Norra, og hevur eisini umboða Norra í 33 A-landsdystum, har hann er skrásettur fyri at hava skorað eitt mál.