Handan myrkaløgdu rútarnar í Perluni er í hesum døgum eitt drama, ið snørir seg um kvørkrar, maga og hjarta. Prima facie (ið merkir “í fyrstu atløgu”) dregur okkum inn í døkka heimin, har kynsligur harðskapur fer fram. Fyri tað mesta pallsett í einum rættarsali, snarar leikurin snildisliga sjónarhorninum frá tí ákærda til offurið; frá ákæranum til verjan, so vit uppliva allan problematikkin á skræðu og rangu og (bókstaviliga) millum skins og hold.
Det Ferösche Compagnie hevur enn einaferð skapt eina ágangandi viðkomandi pallseting av einum einari sterkari søgu við einum neyðugum boðskapi, og eg kann harðliga viðmæla øllum at fara oman í Perluna at uppliva hana.
At viðgera eitt so trupult evni á so intensivan og dramatiskan hátt er mestsum skilaleyst, men at harumframt gera tað sum einmansleik er beinleiðis ørskapur. Kristina Ougaard Sørensen megnar tað tó við inniligum nærlagni og borandi nærveru. Ei dáni í, at hon skalv og var týðiliga rørd aftaná frumframførsluna av hesum tour de force.
Sámal Blak hevur gjørt eitt meistarliga einfalt pallsnið. Nakið, kalt og rátt skapti tað ein beinraknan karm um søguna. Dukandi tónleikurin hjá Dánjali á Neystabø, sum neyvt fylgdi leikgongdini og stikkorðum frá leikaranum, legði somuleiðis nógv afturat, so tilsamans var eitt huglag, ið flutti okkum frá at vera áskoðarar til at gerast partur av søguni.
Eitt omanlop er óvæntað, ógvusligt og ræðandi. Men onkuntíð neyðugt fyri at bróta upp úr nýggjum. Okkara rættarskipan, gjørd til at hjálpa teimum, ið hava verið fyri kynsligum harðskapi, er steinrunnin og hvøss og meinslar tey, hon skal eitast at verja. Okkara fatan av kynsligum harðskapi er kám og merkt av vantandi innliti.
Prima Facie er eitt alneyðugt omanlop, ið avdúkar tað, ið krógvar seg aftanfyri káma og ókomandi bergið. Far og lat teg ríva við.