Eitt ukrainskt átak ynskir at nýnevna russiska ríkjasambandið til Moskva ríkjasambandið, umframt at kalla Russland siðbundna og søguliga heiti Moskovija. Tankin er at vísa, at Russland ikki er arvingur til Kyiv-ríkð, men heldur til Moskva-fúrstadømi.
Kyiv-ríkið ella Kyivrus (norrønt Garðaríkið) vardi frá umleið 880 til miðskeiðis í 1100-talinum, og var eitt ríki, ið fúrstadømið Kyiv stýrdi, sum í stórleikatíðini fevndi um tað mesta av Rutenia, sum í dag er Belarus, tað mesta av Ukraina, Slovakia og útnyrðingsrusslandi, soleiðis sum vit kenna Russland í dag.
Átakið hevur longu savnað meira enn 25.000 undirskriftir í Ukraina, og tað hevur eisini fingið ukrainsku stjórnina at vísa hesum gætur. Sambært ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, so er neyðugt at kanna søguliga og mentanarliga samanhangin gjølla, og eisini hvat fyri altjóða og løgfrøðiligar avleiðingar hetta kann hava. Men hann útihýsir ikki møguleikan fyri, at ukrainska stjórnin fer at stuðla hesum átakinum at nýnevna Russland, skrivar altjóða miðlar.
– Við umhugsni yvir hesa ætlan, so fari eg venda mær til forsætisráðharran í Ukraina við eini áheitan um at arbeiða víðari við hesum, har vísindaligar stovnar skulu verða tiknir upp á ráð, og síðan kunna meg um, hvat úrslitið verður av hesum, sigur hann í almennari útsøgn.
Fólkini handan hetta átakið ynskja at broyta søguliga uppáhaldið um, at Russland er arvingur til Kyiv-ríkið, umframt at vísa á, at Ukraina, Kyiv-ríkið og Russland ikki er eitt land.
Kyiv-ríkið (Garðaríkið) í 1100-talinum