Ongi úrslit

U21-menn: Hesir skulu til HM

Venjararnir Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher hava úttikið hesar 16 leikarar til U21 HM-endaspælið í Týsklandi.

John Hammer
7. juni 2023 kl. 10:19

Málverjavenjari er Jens á Skipagøtu, fysioterapeut er Ári Jógvansson Olsen og liðleiðari Leif Kristoffersen.

Kappingin verður leikt í Týsklandi í tíðarskeiðmum 20. juni – 2. juli og frættist at nógvir føroyingar ætla sær avstað at stuðla. Innleiðandi bólkurin hjá Føroyum verður spældur í Magdeburg.

Hesir eru úttiknir til U21 landsliði:

Málverjar:
Pauli Jacobsen, H71
Aleksandar Lacok, Neistin

Vinstri vengur:
Janus Dam Djurhuus, ÍBV
Pauli Høj, Neistin

Høgri vengur:
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus Håndbold
Bogi Hansen, H71

Strikur:
Kristian Jensen, VÍF
Ísak Vedelsbøl, Neistin

Bakspælarar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof
Rói Ellefsen á Skipagøtu, H71
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne
Sveinur Olafsson, H71
Bjarni í Selvindi, StÍF
Ovi Lützen, Neistin
Kristoffur Bjørgvin, VÍF
Brian Slyne, KÍF

Føroyar eru í bólki saman við Spania, Japan og Angola. Talan er um ein spennandi og avbjóðandi bólk. Spania gjørdist europameistari til EM í fjør, har Føroyar gjørdist nummar 10, meðan Japan vann asiatiska U21 endaspælið. Angola gjørdist nummar 4 í afrikanska endaspælinum.

Innleiðandi leiksskráin sær soleiðis út:
Týsdagin 20. juni kl. 10.00 Føroyar – Angola
Hósdagin 22. juni kl. 10.00 Føroyar – Japan
Fríggjadagin 23. juni kl. 19.15 Spania – Føroyar.
Allar tíðir eru føroyskar.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14