Ongi úrslit

U19 landsliðini í sandflogbólti dystast í Dublin um vikuskifti

Talan er um undankapping til U20 EM kapping í 2026.

Flogbóltsamband Føroya
1. august kl. 19:00

Tað eru Hákun Nón og Rani Ákason úr ÍF, sum manna mannsliðið og Maria Teresa Vitalis og Osla Johannesen úr Mjølni, sum manna kvinnuliðið.

Undankappingarnar eru skipaðar sum økisundankapping. Føroysku liðini luttaka í SCA økinum, sum er ein bólkur av smærri londum í CEV. Vinnandi liðið fær rættin til at luttaka í EM endakappingini, sum verður í 2026.

Hákun og Rani eru komnir í innleiðandi bólk við Skotlandi og Andorra, sum tykist sum ein sterkur bólkur. Hákun og Rani leggja fyri kl. 12.30 ímóti Skotlandi og leika kl. 18.00 ímóti Andorra.

Maria Teresa og Osla eru komnar í innleiðandi bólk við Írlandi og Norðurírlandi. Maria Teresa og Osla leika teirra fyrsta dyst ímóti Írlandi kl. 16.20 og kl.18.00 hitta tær Norðurírland.

Leygardagin eru fjórðingsfinalur og møguligur playoff dystur fyri at koma í fjórðingsfinalurnar. Sama dag eru eisini hálvfinalur og finalur.

Dystirnir kunnu síggjast á youtube rásini hjá Volleyball Ireland: Youtube

Mest lisið hesa vikuna

Hans Pilgaard hevur tikið stóra avgerð

Í gjár kl. 19:00

Publicservice og etikkur: Opið bræv til Kringvarp Føroya

20. oktober kl. 10:30

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

19. oktober kl. 09:36

Sissal fer at biðja sær farloyvi

19. oktober kl. 14:35

Sólbjørg er ov kvinnulig fyri summi

20 tímar síðan

Nú eru tølini komin á borðið: So stórt bakkast var Galaxy fyri Suðuroynna

22. oktober kl. 16:00