Tvøroyrar kommuna og Nordic Port Group undirskrivað strategiskan samstarvssáttmála um cruise ferðamannaskip.
Ferðavinnan á Tvøroyri fær nú eitt nýtt og týðandi kapittul. Í gjár skrivaðu Tvøroyrar kommuna og Nordic Port Group (NPG) undir ein samstarvssáttmála, sum skal menna Tvøroyri sum eina spennandi, burðardygga og professionella destinatión hjá cruise ferðamanna-skipum í Norðuratlantsøkinum.
Við hesi avtaluni verður Tvøroyri partur av einum norðurlendskum netverki hjá NPG, saman við Härnösand (Svøríki), Ystad (Svøríki) og Reykjanes (Ísland). Talan er um fyrstu ferð, at ein føroysk havn verður inkluderað í hetta samstarvið.
Ein vinna í menning – og ein havn við langari søgu
Cruise ferðamannaskip hava vitjað Tvøroyri í nógv ár, og henda vinnugrein er støðugt vaksandi. Ferðafólkaskip koma úr alskyns londum – summi smærri við nøkrum hundraðum ferðafólkum, onnur stór við fleiri túsund gestum. Tey hava ymisk áhugamál og krøv til góðar og tryggar upplivingar, og Tvøroyri hevur longu víst, at staðið livir væl upp til hesar vónir.
Felags fyri øll cruise skipini er ynskið um at geva teirra ferðafólkum eina dygdargóða og minnisríka uppliving. Tað er júst hetta, NPG hevur sæð á Tvøroyri – og tað er ein av høvuðsorsøkunum fyri, at felagið hevur valt Tvøroyri sum sína føroysku destinatión.
Sterkar fortreytir: sjónramman kring Trongisvágsfjørð
Tvøroyri hevur náttúruumstøður, sum serstakliga hóska til ferðamannaskip:
Fjøllini mynda eina serliga vakra og innbjóðandi sjónrammu
Fjørðurin er stórur og tryggur, hóskandi til skip av øllum støddum
Heimiligt og gott gestablídni, har fólk hava nógv at bjóða vitjandi gestum
Tað er ein greið ætlan, at veksa og menna ferðavinnuna í tøttum samstarvi við náttúruna og við fullum atliti til burðardygd umhvørvi. Hetta er ein týðandi partur av menningarætlanini hjá bæði Tvøroyri og NPG.
Vitjan av leiðsluni í NPG
Í sambandi við undirskrivingina av avtaluni hevði Tvøroyrar kommuna vitjan av Linus Mattsson, CEO & Co-Founder, og Ludwig Böss, President & Co-Founder.
Vitjanin staðfesti jaligu fortreytirnar á Tvøroyri – vøkru i í náttúru, góðu havnarumstøðunum og teimum lokalu førleikunum.
Um Nordic Port Group
NPG er ein norðurlendsk cruise-ráðgevingarfyritøka við greiðari visjón:
At skapa burðardygga cruise-menning gjøgnum tætt samstarv millum havn, stað og reiðarí – alt sæð úr sjónarhorninum hjá gestinum.
Felagið arbeiðir millum annað við:
cruise operations og rakstri
shore excursion management
infrastruktur og best-practice ráðgeving
marknaðarføring og positionering av destinatiónum
altjóða netverki við leiðandi reiðaríum
Við meira enn tíggju ára royndum og einum breiðum fakligum toymi er NPG ein sterkur aktørur, ið hevur valt Tvøroyri, tí staðið hevur potensial at gerast ein høgt dámd destinatión í Norðuratlantsøkinum.
Tvøroyrar Havn – ein av størstu havnunum í Føroyum
Tvøroyrar Havn er stóra snúningspunktið í vinnulívinum og telist millum tær týdningarmestu í landinum.
Seinastu árini er innara havnin gjørd nútímans, fríðkað og vorið til eitt náttúrligt savningarstað í býnum, og eru enn stórir møguleikar fyri útbygging og menning kring um allan fjørðin.
Lunnarnir undir føroyskum havnarvirksemi vórðu lagdir á Tvøroyri 15. august 1924, og nú meira enn 100 ár seinni er havnin framvegis eitt týðandi maritimt kraftmiðdepil – og nú eisini við framtíðar cruise-samstarvi.
Cruisevitjanir og lokalur førleiki
Havnameistarin staðfestir, at ferðamannaskip hava vitja tíðum á Tvøroyri gjøgnum nógv ár. Nýggja avtalan við Nordic Port Group er ein spennandi tíð fyri Tvøroyrar Havn. Okur síggja fram til enn fleiri vitjandi og fegnast um at virksemið á fjørðinum veksur. Okur eru til reiðar at taka móti fleiri gestum komandi árini.”
Við samstarvinum fær Tvøroyri altjóða marknaðarføring og sýnisleika, atgongd til eitt stórt netverk av reiðaríum og vinnupartar, vaksandi ferðavinnutilgongd við nýggjum og øktum inntøkumøguleikum við atliti til náttúru og lokalt umhvørvi.
Kristin Michelsen – borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu sigur, at nýggja strategiska samstarvið við Nordic Port Group er eitt týðandi stig fyri kommununa og fer at skapa nýggjar vinnumøguleikar og øktan sýnileika fyri Tvøroyri á altjóða pallinum.
Bjarni Hammer – formaður í Vinnu- og Havnanevndini leggur dent á týdningin av nýggja samstarvinum við NPG, sum hann metur kemur at styrkja bæði um vinnulívið og maritima virksemið á Tvøroyri.