Hetta seinasta samdøgurið hevur løgreglan havt eitt sindur at gera av bilførarum, sum koyrdu og skjótt, og av fólki, sum vóru ov full.
Seinnapartin í gjár var løgreglan í Leirvík við ferðmátaranum, og tað kostaði tveimum bilførarum bæði bót og eitt klipp í koyrikortið. Har er loyvt at koyra 50, men hesir báðir koyrdu ávikavist 75 og 76.
Løgreglan fekk eisini eina uppringin frá einum taxaførara sum hevði trupulleikar av einum kunda. Kundin var av bygd, men hevði leigað taxa til Havnar - men hann átti ikki pengar fyri túrin.
Kundin lovaði kortini at koma við pengunum í morgin, og tað góðtók taxaførarin, so fyribils verður ikki meiri gjørt við tað.
Annars hevur løgreglan eisini tikið ein bilførara fyri at koyra við kenning so tey hava tikið blóðroynd av honum, og úrslitið av henni verður so avgerandi fyri, hvussu málið verður avgreitt.
Løgreglan hevur eisini, í fleiri førum, tikið fólk upp av gøtuni tí at tey hava verið so drukkin, at tey hava ikki klárað seg sjálvi.
Løgreglan hevur so syrgt fyri, at tey komu til húsar, ella í hvussu so er, undir tak onkustaðni.
Tíðliga í morgun vóru eisini boð eftir løgregluni í Suðuroy, tí onkur hevði tónleik so hart frá at onnur høvdu ampa av tí og meldaðu.