Ongi úrslit

Tvey fólk fongslaði í surrogat

Kioskin "1001 Nat" á Istedgade
Jóhanna Højgaard
10 tímar síðan

Tvey fólk, sum eru undir illgruna í sambandi við eina spreinging av einari kiosk á Istedgade í Keypmannahavn hósdagin, vóru leygardagin varðhaldsfongslaði í surrogat inntil 26. januar.

Tey skulu vera á einum stongdum stovni fyri ung, upplýsti ákærin Astrid Hellsten fyri Ritzau.

Tilsamans vórðu trý fólk í grundlógaravhoyringini, sum vardi fleiri tímar. Eitt av teimum trimum fólkunum er síðani leyslatin.

Surrogatfongsul kemur til dømis fyri, tá talan er um heilt ung fólk, sum skulu vera á einum stongdum stovni, í staðin fyri einum fongsli.

Eigarin av kioskini á Istedgade 122 hevur sagt við TV 2 Kosmopol, at hann sat í handlinum, tá stóra spreingingin hoyrdist framman fyri kioskini.

Myndir frá staðnum hava víst, hvussu eldurin stóð úr kioskini, sum liggur í einum øki við nógvum sethúsum og vinnuligum ognum. Vindeygu vóru brotin, og skaði var á fremru síðuni á kioskini.

Eingin fekk beinleiðis skaða í eldinum, hevur løgreglan upplýst.

Mest lisið hesa vikuna

Bjørk boykottast

7. januar kl. 21:01

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

8. januar kl. 15:43

Avlýs loysingina

6. januar kl. 13:50

Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava fólkaræði

4. januar kl. 21:19