Ongi úrslit

Spreinging í Keypmannahavn

Tvey fólk fingið viðgerð

Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 22:46

Eitt ovurstórt roykskýggj úr einari kiosk reyk í kvøld úr kioskini 1001 Nat, á Istedgade. Sambært upplýsingum hjá Presse-fotos.dk, stavar tað frá einari spreinging.

Ein spreinging í Istedgade er eyðsæð ikki nakað, sum verður tikið lætt av hvørki løgregluni ella alarmsentralinum. Spreingingin hevur síðani kveikt eld í bygningin.

Børn grótu, fólk runnu og stemningurin var avgjørt kaotiskur á staðnum. Løgreglan hevur verið til staðar við stórum bólki.

Neyðhjálpartænastur, og sjúkrabilar vóru eisini á staðnum. Istedgade var stongd fyri ferðslu stutt eftir.

-Mær vitandi hava tvey fólk fingið viðgerð hjá sjúkraflutningstænastuni. Men teir vóru báðir óskaddir, segði Chris Garfort, leiðari fyri tilbúgvingini hjá neyðhjálpartænastuni í høvuðsstaðnum.

- Tað brendi sera illa, tá vit komu, og vit høvdu nógvan royk, sum breiddi seg til trappurnar kring kioskina og til íbúðina omanfyri kioskina, legði hann afturat.

Mest lisið hesa vikuna

Bjørk boykottast

7. januar kl. 21:01

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

Í gjár kl. 15:43

Avlýs loysingina

6. januar kl. 13:50

Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava fólkaræði

4. januar kl. 21:19