Ongi úrslit

Tveir nýggir á A landsliði hjá monnum

Jørgen Nielsen og Emil Weihe Joensen skulu við til San Marino.

Vilhelm Clementsen
10 tímar síðan

Føroyska A landsliði hjá monnum skal spæla venjingar dyst ímóti San Marino Leygardagin 28 mars. Tveir nýggir mans eru við hesufer og tað eru Jørgen Nielsen og Emil Weihe Joensen.

Jørgen Nielsen spælur við Víkingur men hevur eisini umboða B68 og NSÍ, hann hevur 106 dystir og 29 mál tilsamans í bestu deildina hjá monnum. Hann hevur eisini umboða ymisk ungdóms landslið.

Emil Weihe Joensen spælur við NSÍ men hevur eisini umboð fleiri feløg í Føroyum har ímillum EB Streym og B36 og er skrásettur fyri 121 dystir í Meistaradeilduna og 12 mál. Hann hevur eisini verði á ungdóms landsliðinum áður. Tølini hjá báðum eru at finna á faroesoccer.com.

Vit spurdu Jørgen og Emil, hvussu tað var at blíva útikin fyri fyrstu fer til A landsliði.

Jørgen segði: Tað følist heilt fantastisk! Eg eri ómetaliga glaður og stoltur, av at sleppa at vera við og umboða landi. At vera úttikin og at umboða landi, er ein dreymur sum eg havi arbeitt fyri hart fyri alt lívið. Eg eri ometaliga spentur og spentur uppá at fara avstað og at sleppa at vera við, og eg fari at gera mítt allar besta fyri at hjálpa liðinum og fyri at vísa meg fram.

Emil segði: At hann var sera glaður og stoltur yvur at vera útikin.

FSF sigur at venjingar dysturin ímóti San Marino er partur av fyrireikingum til UEFA Nations League sum verður í heyst. Í Nations League spæla føroyar ímóti Slovakia, Moldova og Kasakstan. Føroyar er í C laginum í Nations League.

Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01