Ongi úrslit

Tveir mistu koyrikortið - og ein fekk stóra bót

Áki Bertholdsen
6. november kl. 08:07

Í gjár tók løgreglan tríggjar bilførarar. Tveir av teimum missa koyrikortið treytað, og tann triði fær eina stóra bót.

Tveir bilførarar vórðu tiknir inni á Skálafjørðinum fyri at koyra ov skjótt, og teir koyrdu so skjótt, at teir missa koyrikortið treytað. Sostatt sleppa teir at halda fram at koyra, men teir mugu kortini taka koyrikortið umaftur í næstu framtíð, annars verður tað tikið.

Teir koyrdu á einum strekki har tað er loyvt at koyra 80, men teir koyrdu báðir eitt sindur yvir 100.

Og í gjár varð eisini ein bilførari tikin fyri at koyra við ongum koyrikorti. Tað vil siga, at hann hevði koyrikort, men bara ikki til akfarið hann koyrdi.

Hann hevði vanligt koyrikort, men hann varð tikin við einum viðfestisvogni, sum var so stórur, at tilsamans fór vektin upp um 3.500 kilo - og tað hevði hann ikki koyrikort til.

Sostatt verður tað mett sum um at koyrdi við ongum koyrikorti, og tað er ein dýr søga tí bótin er ikki minni enn 5.000 krónur.

Mest lisið hesa vikuna

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leggja avgjald á tóm hús

20 tímar síðan

Grindedrabet som ingen lagde mærke til… indtil nu

Í gjár kl. 12:30

Fekk ljótar viðmerkingar um sína útsjónd

Í gjár kl. 21:40

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53