Ongi úrslit

Tveir mánaðir í fongsul fyri at smugla hassj

Áki Bertholdsen
23. sepember kl. 09:30

Leygardagin tóku tollararnir á flogvøllinum ein ferðamann, sum var komin úr Danmark við flogfarinum.

Tá ið viðførið varð kannað, funnu tollararnir 785,99 gramm av hassji í viðførarinum.

Maðurin, sum var dani, - og býr í Danmark - varð handtikin og førdur fyri rættin sunnudagin.

Har varð hann dømdur at sita í tveir mánaðir, tí tað varð mett, at ein so stór nøgd av hassji var ikki til egið brúk, men at hann hevði smuglað við tí endamáli at selja tað í Føroyum.

Løgreglan sigur, at maðurin var samstarvssinnaður, so hann varð leyslatin eftir dómin, og seinni fær hann so boð um, nær hann skal sita dómin.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

18 tímar síðan

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

12 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03