Í gjár var løgreglan á ferð í Eysturoynni og kannaði ferðsluna. Ta einu løtununa vóru tey á Fuglafjarðarvegnum, framvið Kambsdali har bilførarar hava lyndi at koyra nakað skjótt eftir tí góða og breiða vegnum.
Har er loyvt at koyra 80 og í gjár misti ein bilførari koyrikortið treytað fyri at koyra ímillum 111 og 130 kilometrar um tíman.
Og í Søldafjarðarvegnum fekk ein bilførari klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt.
Um sama mundi tók løgreglan eisini ein bilførara, sum koyrdi við alt ov tungum bili. Hann koyrdi nevniliga ein vøruvogn, sum vigaði trý tons, men hann dróg eisini ein viðfestisvogn sum sum vigaði tvey tons.
Sostatt kom vektin tilsamans upp á eini fimm tons, og tá ið vektin er so nógv, krevst serligt koyrikort til tað.
Vanliga kann vektin ikki fara upp um 3.500 kilo við vanligum koyrikorti - og tá er vektin á bæði bili, og viðfestisvogni, talt upp í.
Tað merkir, at ein tummilsregla er, at er ein viðfestisvognur merktur til meiri enn 750 kilo, krevst serligt koyrkort til at koyra við honum.