Ongi úrslit

Tveir fingu klipp - uttan at koyra serliga skjótt

Annars hevur verið stak friðarligt

Áki Bertholdsen
25. januar kl. 09:22

Í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar á einum vegastrekki, har tey ikki eru so ofta. Tað var nevniliga á Velbastaðvegnum, at tey kannaðu ferðsluna fyrrapartin í gjár. Har er loyvi at koyra 60 og tá ið hámarksferðin er upp aftur meiri avmarkað enn tað vanliga, skal lítið til at fáa klipp í koyrikortið, ella at missa tað.

Tað merkir, at tann, sum koyrir 76 kilometrar um tíman, fær klipp í koyrikortið, og tann sum koyrir 81 kilometrar um tíman, missur tað treytað.

Og á Velbastaðvegnum vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Teir vórðu skrásettir at koyra beint undir 80, so teir fáa hvør sítt klipp í koyrikortið, umframt eina bót. Høvdu teir verðið skrásettir fyri at koyra 81, høvdu teir mist koyrikortið treytað.

Annars sigur løgreglan at tað var lítið av fólki í býnum í nátt. Løgreglan var úti um seg, og tey steðgaðu eisini fleiri bilum, men har var alt eftir forskriftunum.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14