Ongi úrslit

Tveir mistu koyrikortið – og ein fekk klipp

Áki Bertholdsen
2. oktober kl. 08:34

Í gjár tók løgreglan tríggjar bilførarar, og tað bleiv dýrt hjá teimum.

Ein bilførari varð tikin í Hoyvík, tí hann nýtti handhildna fartelefon, meðan hann koyrdi. Tað fær hann 1.500 krónur í bót fyri – umframt klipp í koyrikortið.

Harafturat vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.

Teir vórðu tiknir skamt frá hvørjum øðrum inni í Sundalagnum, har ið mest loyvda ferðin er 80 km/t.

Teir koyrdu so skjótt, at teir mistu koyrikortið á staðnum og mugu sostatt taka tað umaftur.

Ferðin var beint oman fyri 110 kilometrar um tíman – ella heilt ítøkiliga: 111 og 113 kilometrar um tíman. Umframt at missa koyrikortið fáa teir eisini 2.000 og 2.500 krónur í bót í part.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

16 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

10 tímar síðan