Ongi úrslit

Tveir bilførarar meldaðir – men alt var í lagi

Áki Bertholdsen
14. oktober kl. 07:48

Tvær ferðir í gjár ringdu fólk til løgregluna at melda bilførarar, sum koyrdu so óstøðugt, at tey føldu seg ótrygg. Eisini høvdu tey illgruna um, at teir vóru ikki edrúir.

Løgreglan steðgaðu báðum bilførarum – men edrúir vóru teir.

Løgreglan veit ikki, hví koyringarlagið var so óstøðugt, men tey fingu eitt prát við teir um, at teir elvdu til ótryggleika, sum teir koyrdu.

Í gjár koma ein útlendskur ferðamaður við flogfarinum úr Edinburg, men hann hevði ikki neyðugu pappírini til at koma í land, so hann verður sendur aftur til Edinburg við næsta flogfari, sum altso er hósdagin.

Løgreglan hevur tryggjað sær passið hjá honum, so at hann ikki sleppur at flúgva aðrastaðnis. Annars gistir hann her – tó ikki hjá løgregluni – til hann sleppur avstað aftur.

Og í gjár varð eisini ringt til løgregluna, tí har var óboðin gestur komin á gátt og vildi ikki avstað aftur. So mátti løgreglan uppí at vísa honum hurðina.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

16 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

21 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03