Ongi úrslit

Tunnilin hongur í leysari luft - kostar upp í 900 milliónir

Einstakar dagar er ringt at koyra á Vestmannavegnun. Tað er hetta eitt dømi um - men tað er ikki verri enn aðrastaðni, sigur landsstýrismaðurin
Áki Bertholdsen
6. november kl. 09:34

Enn er púra óvist hvussu verður við einum tunli til Vestmanna, bæði um hann verður gjørdur yvirhøvur, ella nær hann verður gjørdur.

Grímur Sundstein, sum hevur sæti á Løgtingi í hesum døgum fyri Fólkaflokkin, hevur spurt Jóhan Christiansen, landsstýrismann í samferðslumálum, hvat málið um tunnil til Vestmanna liggur.

Og tað skilst á svarinum, at tað er púra óvist, hvusu verður vorðið við honum.

Landsstýrismaðurin sigur, at sum heild er gott at koyra til Vestmanna - men um veturin kann tað vera ringt at koyra fyri hálku og vindi einstakar dagar, serliga á Høgareyni.

– Umstøðurnar eru tó ikki øðrvísi enn á øðrum fjallavegum kring landið, leggur hann afturat.

– Í høvuðsheitum hevur verið arbeitt við tveimum ymiskum tunlum. Annars tunnilin er ein tunnil úr Kvívík til Vestmanna, sum er 4,2 kilometrar langur, og hin loysnin er ein tunnil úr Leynum til Vestmanna, sum er 6,2 kilometrar langur.

Landsverk metir, at ein tunnil ímillum Kvívík og Vestamanna fer at kosta umleið 600 milliónir, men tá er eitt váðaísoyti upp á 40 prosent tikið við.

Og mett verður, at ein tunnil ímillum Leynar og Vestmanna fer at kosta umleið 900 milliónir við einum váðaískoyti uppá 40 prosent.

Peningur, sum higartil hevur verið játtaður til nýggju farleiðina til Vestmanna, hevur verið brúktur

til at kanna, hvørjar loysnir kunnu gerast, og jarðfrøðiligar kanningar eru gjørdar av báðum tunlunum.

– Ein Vestmannatunnil er sera kostnaðarmikil, og tað er ein spurningur um játtan og raðfesting, nær

hann verður bygdur, sigur Jóhan Christiansen.

Sum tað sæst í fíggjarlógini fyri í ár, hevur ætlanin higartil verið at fara undir Vestmannatunnilin, tá ið Tjørnuvíkartunnilin er liðugur - men til ber ikki at siga nú, nær tað verður, leggur hann afturat.

Næsta ár er íløgukarmurin 570 milliónir og annars verður hann einar 600 milliónir um árið tey næstu árini.

– Nógv byggiarbeiði eru í gongd, ella fara í gongd næsta ár, sum hevur við sær stórar fíggjarligar bindingar næstu árini, staðfestir landsstýrismaðurin.

Hann sigur, at íløguætlanin verður dagførd javnan, og í næstum fer landsstýrið at gera eina íløguætlan, sum tey vóna at fáa undirtøku fyri frá fleiri flokkum á Løgtingi.

Landsverk arbeiðir við at dagføra samferðsluætlanina og í hesum sambandi verða eisini kostnað-nyttu greiningar av íløgum í samferðsluna.

Endamálið er at lýsa samfelagsbúskaparligu avleiðingarnar, sum standast av verkætlanum. Tað er eitt gott grundarlag fyri at leggja eina íløguætlan fyri landið.

Annars eru jarðfrøðiligu kanningarnar gjørdar í sambandi við tunnil til Vestmanna, og farið verður undir arbeiðið at projektera tunnilin, tá ið játtan verður tøk til endamálið, sigur Jóhan Christiansen.

Mest lisið hesa vikuna

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leggja avgjald á tóm hús

Í gjár kl. 11:00

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Grindedrabet som ingen lagde mærke til… indtil nu

25. november kl. 12:30

Fekk ljótar viðmerkingar um sína útsjónd

25. november kl. 21:40

Nú verður Suðuroyartunnilin aftur lagdur fyri Løgtingið - við broyttari vegaføring

25. november kl. 08:42