B36 hevur sett Tummas Erling Djurhuus í starv sum ítróttastjóri.
Arbeiðsuppgávan verður í høvuðsheitum at standa fyri professionaliseringini av ítróttaliga partinum av felagnum, bæði fakliga og fyrisitingarliga, og saman við nevndini at útinna tey mál, sum eru sett fyri framtíðina.
- Tað er stórur heiður at hava fingið boðið hetta starvið, og eg eri sera spentur at fara í holt við uppgávuna. Eg fari at gera mítt ítarsta fyri at stuðla ítróttaliga partinum av felagnum til heiður og æru í tíðini sum kemur, sigur Tummas Erling Djurhuus.
Krøvini til at reka eitt stórt og fevnandi fótbóltsfelag sum B36 herðast, og tað setur ávísar treytir til bygnaðin í felagnum. Parttíðarstarvið sum ítróttastjóri er ein umráðandi liður í hesum arbeiðinum.
50 ára gamli Tummas Erling Djurhuus er vælkendur í B36-húsinum. Hann hevur fyrr verið høvuðsungdómsvenjari, vunnið uppflyting við okkara næstbesta mansliði og staðið á odda fyri besta kvinnuliðnum. Hann hevur eisini venjararoyndir úr AB, NSÍ, EB/Streymi og TB. Seinasta árið hevur hann verið hjálparvenjari á kvinnulandsliðnum.
Tummas Erling Djurhuus hevur A-venjaraprógv, og annars lokið kandidatprógv innan vinnubúskap, umframt MBA-leiðaraútbúgving í Corporation Sustainability og Leadership Psychology
Tummas Erling er nýggjur ítróttastjóri Tummas Erling er nýggjur ítróttastjóri
B36 hevur sett Tummas Erling Djurhuus í starv sum ítróttastjóri

Jóannes Hansen
21. sepember 2024 kl. 12:28
Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg
27. juli kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.
24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í
25. juli kl. 17:15

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?
26. juli kl. 00:48

Sera lítið skil á
Í gjár kl. 10:30

Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy
25. juli kl. 15:26
Leys størv
Húsasmiður
Umsóknarfreist: 12.08.2025

Business Controllari við arbeiðsstaði í Munkebo, Danmark
Umsóknarfreist: 16.08.2025

Vaktarfólk til lívfiskastøðina við Áir
Umsóknarfreist: 16.08.2025

Business Intelligence Serfrøðingur
Umsóknarfreist: 16.08.2025

Lærlingar

KT Supportari
Umsóknarfreist: 16.08.2025

Mekanikari
Umsóknarfreist: 12.08.2025

Ert tú Føroya fyrsta Brekumboð?
Umsóknarfreist: 19.08.2025

KT-supportari til Landsverk
Umsóknarfreist: 17.08.2025
