Ongi úrslit

Trý nýggj gøtunøvn í kommununi

Nýggi vegurin, sum kemur av Oyggjarvegnum, við Hotel Føroyar, og sum knýtir í nýggja Havnarvegin, hevur fingið navnið “Gilsvegur”.

torshavn.fo
Í gjár kl. 06:59

Tríggjar nýggjar gøtur og vegir í kommununi hava nú fingið almenn nøvn.

Í Kaldbak hevur nýggja útstykkingin omanfyri skúlan fingið navnið “á Kongsjørð”. Vegurin byrjar í svinginum “á Soylugørðum”. Kaldbaksfólk, sum varða av økinum, eru samd um, at “á Kongsjørð” er besta navnið. Siðvenja í Kaldbak er í mestan mun at nýta staðarnøvnini óbroytt.

Nýggi vegurin, sum kemur av Oyggjarvegnum, við Hotel Føroyar, og sum knýtir í nýggja Havnarvegin, hevur fingið navnið “Gilsvegur”. Grundgevingin er, at vegurin gongur tvørtur um sjálvt gilið, sum er Marknagil.

Og á Argjum hevur nýggi síðuvegurin á Argjavegnum til nýggju útstykkingina millum Kráargøtu og Hannugøtu fingið navnið “Lambatrøð”. Grundgevingin her er, at útstykkingin, har vegurin gongur, er á eini trøð, ið nevnist Lambatrøð.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

13 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03