Ongi úrslit

Trý fakfeløg mótmæla avgerð hjá Klaksvíkar býráði

Áki Bertholdsen
2. oktober kl. 11:46

Trý fakfeløg mótmæla nú, at Klaksvíkar býráð enn heldur fast um, at fráfaringaraldurin skal vera 70 ár.

Tey trý feløgini eru Akademikarafelag Føroya, Starvsfelagið og Heilsuhjálparafelagið.

Tey umboða øll starvsfólk á almenna arbeiðsmarknaðinum, og tey heita staðiliga á Klaksvíkar kommunu um at endurskoða ætlanina at halda fast um, at fráfaringaraldurin skal vera 70 ár.

– Seinastu árini hevur gongdin á arbeiðsmarknaðinum verið greið, og tað er, at fráfaringaraldurin er hækkaður.

Samstundis hava fleiri myndugleikar beinleiðis strikað hann.

– Hetta byggir á ta hugsan, at í sjálvum sær eigur aldur ikki at vera avgerandi fyri, nær ið fólk skulu gevast í starvi.

– Í 2007 varð fráfaringaraldurin hjá landinum hækkaður úr 67 upp í 70 ár, og í 2022 varð hann aftur hækkaður til 72 ár.

– Nú er ætlanin hjá landinum at avtaka fráfaringaraldurin heilt – fyri at styrkja støðuna hjá eldri starvsfólkum á arbeiðsmarknaðinum.

Eisini hevur Tórshavnar kommuna avtikið fráfaringaraldurin við tí grundgeving, at eingin skal vera fyri mismuni vegna aldur.

Hinvegin ætlar Klaksvíkar býráð at halda fast við 70 ára markið – tó við ætlan um eina stigvísa tilgongd.

– Vit meta, at samfelagið hevur flutt seg. Ein skipan, har ið fráfaringin er treytað av aldri heldur enn førleikum og vilja, er bæði ótíðarhóskandi og diskriminerandi, siga tey trý fakfeløgini.

– Vit mæla til, at Klaksvíkar býráð avtekur fráfaringaraldurin og heldur mennir eina skipan, sum gevur eldri starvsfólkum møguleika at halda fram í starvi við hóskandi treytum og tillagingum, siga tey.

– Fakfeløgini vilja samstundis minna á, at mong eldri starvsfólk eru virkin, roynd og arbeiðsfør – eisini væl upp í árini.

– Hetta er ikki ein byrða, men ein stórur vinningur fyri kommununa. Talan er ofta um starvsfólk, sum hava slóðað fyri á sínum fakøki og hava savnað sær holla vitan og royndir, ið eru týdningarmiklar at varðveita, siga tey trý fakfeløgini.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39