Ongi úrslit

Trump vil hoyra hvat Ghislaine Maxwell hevur at siga

Ein advokatur hjá Maxwell staðfestur, at samráðingar eru í gongd við stjórnina.

Jóhanna Højgaard
22. juli kl. 17:00

Eftur boðum frá Donald Trump vil anerikanska løgmálaráðið við Pam Bondi á odda, hava eina samrøðu við fyrrverandi unnustuna hjá Jeffrey Epstein, Ghislaine Maxwell.

Ghislaine Maxwell og Jeffrey Epstein

Ghislaine bleiv dømd og skal sita í fongsul tey næstu 20 árini, fyri at hava hjálpt fíggjarmanninum at misnýta ungar gentur kynsliga.

Frá vinstru: Kash Patel, leiðari í FBI, Pam Bondi, løgmálaráðharri og Dan Bongino, varaleiðari í FBI.

Um Maxwell hevur upplýsingar um nakran, sum hevur framt brotsverk móti ofrum, so vilja FBI og DOJ hoyra hvat hon hevur at siga, segði varaløgmaðurin Todd Blanche í einum innleggi á X.

Hann legði afturat, at Donald Trump forseti hevur álagt teimun, at geva øll trúverdig prógv út.

Ein advokatur hjá Maxwell staðfestur, at samráðingar eru í gongd við stjórnina.

Rættarmálaráðið roynir at fáa meira gjøgnumskygni aftur, eftir eina heldur ótrúliga tíð.

Nógv hava verið og eru enn ónøgd við at skjøl, t.d. tann leingi lovaði sokallaði “listin” hjá Epstein, ikki bleiv avdúkaður sum Pam Bondi lovaði amerikanarunum.

Í staðin bleiv sagt at eingin listi er til.

Mest lisið hesa vikuna

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Heldur hægri barnafrádrátt enn bíligari frukt, grønmeti og blæur

6. november kl. 11:09

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Tunnilin hongur í leysari luft - kostar upp í 900 milliónir

6. november kl. 09:34

Sýri bað um friðskjól í Føroyum

7. november kl. 07:44